Tað er alment kent, at nógv vegastrekki í landinum eru í sera ringum standi. Eitt av hesum vegastrekkjum er vegurin til Elduvíkar.
Nú ein dagin staðfesti, Tórbjørn Jacpbsen, borgarstjóri, at vegurin til Elduvíkar so illa asfalteraður, at fólk føla seg sum í havsneyð tá ið tey koyra eftir honum.
Og verður hann ikki gjørdur, gongur hann sundur og so verður ikki koyrandi til Elduvíkar, heldur hann.
Á fíggjarlógini fyri í ár eru tríggjar milliónir krónur settar av til ábøtur á tann vánaligasta Elduvíkarvegnum, men enn er einki hent.
Um tað var áminningin frá borgarstjóranum sum gjørdi tað, skal vera ósagt, men fríggjadagin kunngjørdi Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at nú verður farið undir vegin.
Hann sigur at tað følist mestsum at koyra eftir einum vaskibretti at koyra eftir Elduvíkarvegnum.
Og hann sigur, at arbeiðið at gera ábøtur á hann, er boðið út, og tá ið summarferian er farin aftur um bak, verður farið undir vegin.
Hann nevnir eisini vegin ígjøgnum Gøtugjógv, og vegin runt Agnið á Skálafjørðinu, sum beinleiðis eru vandamiklir. Men sigur at gongd er eisini í teimum málunum og hann hevur vónir um, at eisini teir verða gjørdir í ár.