Á býráðsfundi í býráðshúsinum á Glyvrum í dag fer Runavíkar býráð at taka støðu til umsókn um byggiloyvi at byggja nýggja kirkju á Glyvrum.
Tað var Árni Winter Arkitektar sum vann teknikappingina til nýggju kirkjuna á Glyvrum. Selmar Nielsen Arkitektar, SNA (SNA yvirtóku Árna Winter Arkitektar í 2017) hava projekterað kirkjuna, og tað er SNA, sum vegna kirkjuráðið hevur sent umsóknina um byggiloyvi til býráðið.
Í málslýsingini verður sagt soleiðis:
Glyvra kirkja hevur tann 25. sept. 2025 móttikið skriv frá Almenna- og Mentamálaráðnum um endaliga at loyva, at nýggj kirkja verður bygd á Glyvrum.
Í sambandi við myndugleikaviðgerð hjá Runavíkar kommunu vil umsitingin somuleiðis viðmæla at játta byggiloyvi til nýggja kirkju á Glyvrum. Kravda tilfarið fyri at viðgera endaliga byggiloyvið er nú latið kommununi.
Tekniska deild mælir til at játta umsóknini um byggiloyvi.
Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum.
Býráðsfundurin verður í býráðssalinum í gamla skúla á Glyvrum í dag klokkan 17.