Fyrr í ár skrivaðu borgarstjórin í Runavík, Tórbjørn Jacobsen, og Jóan Petur Vang, stjóri í byggifyritøkuni, JPV, undir sáttmála, har JPV skuldi fáa eitt stykki í nýggja miðstaðarøkinum í Runavík, til leigu.
Endamálið er at byggja íbúðir á staðnum. Tilsaman verður talan um 45 íbúðir og nú hesar seinastu dagarnar er tann fyrsti blokkurin, við 18 íbúðum, settur upp.
Jóan Petur Vang sigur, at eftir ætlan verða íbúðirnar klárar at flyta um eitt ár, ella ímóti ársenda næsta ár
Og í apríl er ætlanin so at fara undir tann næsta blokkin við 27 íbúðum, og ætlanin er, at tær skulu verða klárar at flyta inn í til jóla í 2027.
Í niðastu hæddunum, sum eru ávikavist 350 og 524 fermetrar til støddar, verður ymiskt útvent virksemi, eitt nú kann talan verða un handlar, ella anna, útvent virksemi.
Serstøk staðseting
Íbúðirnar hava eina heilt serstaka staðseting, tí tær standa heilt niðri við bryggjukantin við bátahylin.
Og so eru tað heldur ikki meiri enn einar 150 metrar yvir í Eysturoyartunnilin.
Tað verður kommunan, sum ger uttanumøkið og parkeringsplássini liðugt, umframt framsíðina út ímóti sjálvum bátahylinum.
Staðsetingin er heilt serstøk so hetta verða nakrar rættiliga eksklusivar íbúir, sigur hann.
Hann sigur, at íbúðirnar verða ímillum 60 við einum kamari, og 85 fermetrar við upp til trimum kømrum, og tær eru ikki ætlaðar nøkrum ávísum fólkaslagi.
Jóan Petur Vang sigur, at enn kunnu tillagingar verða gjørdar, so tað liggur ikki heilt fast, hvussu íbúðirnar fara at vera.
Somuleiðis er avgerð heldur ikki tikin um, antin talan verður um leiguíbúðir ella eigaraíbúðir.
Tað veldst um, hvussu umstøðurnar vera tá ið tað verður aktuelt, Jóan Petur Vang.
Hann sigur eisin, at av tí sama ber heldur ikki til at siga nakað um prísin.
Men talan verður um marknaðarprís, leggur hann afturat.