Charles kongur hevur latið út almenna viðmerking til handtakanuna hjá beiggja sínum Andrew.
- Eg havi við djúpastu stúran frætt tíðindini um Andrew Mountbatten-Windsor, og illgrunan um misbrúk í almennum embæti.
Tað, sum nú fylgir við, er tann fullfíggjaða, rættvísa og forsvarliga tilgongdin, har hetta málið er kannað hóskandi og av røttu myndugleikunum.
Í tí sambandi hava tey, sum eg áður havi sagt, okkara fulla og heilhjartaða stuðul og samstarv.
Lat meg vera greiðan: lógin skal ganga sína kós.
Meðan henda gongdin heldur fram, hevði tað verið óhóskandi, at eg gjørdi nærri viðmerkingar til málið. Ímeðan fara eg og familjan at halda fram við okkara skyldu og tænastu til tykkum øll, stendur í viðmerkingini.