Ongi úrslit

Nú skulu vit byggja meiri til tey ungu

Nú verður fundur ímillum allar politiskar flokkar um at basa bústaðarneyðini. Landsstýriskvinnan hevur eina meining um, hvat skal gerast

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 23:00

Í næsta mánað fer Margit Stórá, landsstýriskvinna í bústaðarmálum, at kalla allar fundar á Løgtingi á fund av viðgera bústaðarneyðina.

Aftur fyrrapartin í dag var bústaðarneyðin til umrøðu í Løgtinginum. Tað var Sólvit E. Nolsø, tingmaður fyri Framsókn, sum reisti spurningin, tá ið hann spurdi, hvørjar tankar, Landsstýrið hevur gjørt sær fyri at loysa bústaðarneyðina.

Serliga vildi hann hava at vita, hvat liggur í ætlanini hjá landsstýriskvinnuni um at gagnnýta bústaðarmarknaðin betri.

Í hesum sambandi vildi hann hava at vita um hetta merkir, at almenna bústaðarfelagið, Bústaðir nú fara at leggja á annan bógv.

Margit Stórá sigur, at á fundinum við politisku flokkarnar, eru tað serliga trý viðurskifti, sum skulu umrøðast:

1.Hvønn yvirskipaðan bústaðarpolitikk, skulu vit hava, hvønn skatta- og avgjaldspolitikk, skulu vit hava í sambandi við bústaðarbygging, hvørji sosial atlit skulu takast í sambandi við bústaðarbygging, og annað.

2. Hvønn leiklut skulu Bústaðir hava, og hvat slag av bústøðum skulu Bústaðir leggja dent á - og skulu Bústaðir kanska hava fleiri uppgávur enn hann hevur nú?.  Í hesum sambandi heldur hon eisini, at spurningurin eigur at verða umhugsaður um at gera bústaðarbygging mvg fría, men so at strika rentufrádráttin ístaðin      

3. Hvussu kunnu vit seta ferð á bústaðarbyggingina, og hvørji tiltøk kunnu setast í verk so at eisini fólk vil lægri inntøkum kunnu seta føtur undir egið borð.

Hevur eitt boð

Sjálv hevur landsstýriskvinnan onkur boð uppá, hvat skal gerast. Sjálv heldur hon, at í sambandi við bústaðarbygging skal serligur dentur leggjast á at fáa Bústaðir at byggja lestrarbústaðir og ungdómsbústaðir.

Samstundis skal dentur eisini leggjast á at byggja bíligar bústaðir tey, sum skulu seta búgv á fyrsta sinni - og annars skal dentur, sum heild, leggjast á at byggja smærri bústaðir.

Sólvit E. Nolsø, sum reisti málið, tekur fult undir við ætlanini hjá  landsstýriskvinnuna um, at Bústaðir skulu leggja dent á at byggja smærri bústaðir.

Hann sigur, at tað er stórt trot á smærri bústøðum, umframt at tað er nógv bíligari.

Sjálvur heldur hann at Bústaðir skulu leggja dent á at byggja til tey, sum skulu seta føtur undir egið borð á fyrsta sinni.

Mugu fáa størri útboð

Bárður á Steig Nielsen og Erhard Joensen, tingmenn fyri Sambandsflokkin, og Eirikur í Jákupsstovu, tingmaður fyri Tjóðveldi, eru samdir um, at tann stóri trupulleikin er, at útboðið av bústøðum er ov lítið.

Erhard Joensen spyr eisini landsstýriskvinnuna, um nøkur ætlan er um at broyta treytirnar hjá kommunum og íløgufeløgum,við tí endamálið at gera tað lættari at byggja bústaðir til eldri, sum flyta úr einum stórum húsum,  í eina minni íbúð.

Tað hevði økt munandi um útboðið av bústøðum, heldur hann.

Hetta kann loysa bústaðarneyðina

Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, staðfestir, at skal útboðoð økjast, mugu fólk fáa fígging.

Tí hevur Fólkaflokkurin lagt uppskot fyri Løgtingið um at bústaðarbygging skal vera mvg frí, men afturfyri skal rentufrádrátturin so strikast.

– Tað er meiningsleyst, at fólk skulu rinda 25 prosent í mvg av húsabygging, men at tey so skulu fáa pengarnar aftur í rentustuðuli, í smáum gjøldum hvønn mánað í eini 25 - 30 ár.

Samstundis hevur Fólkaflokkurin skotið upp, at fólk skulu sleppa at brúka av eftirlønini til at fíggja sín fyrsta bústað við.

– Við hesum báðum uppskotunum høvdu eini hús, sum annars høvdu kostað tríggjar milliónir at bygt, bara kostað 1,9 millión, sigur Jørgen Niclasen.

– Tað hevði økt um útboðið og tað hevði loyst bústaðarneyðina, leggur hann afturat.

Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, er ikki heilt samdur.

Pengarnir, sum fólk gjalda til sína egnu eftirløn, skal brúkast til eftirløn, sigur hann.

– Vit skulu ikki fara eftir pengunum, fólk skulu brúka á ellisárum, tí bústaðarneyðin skal loysast á annan hátt, sigur hann.

Jaspur Langgard, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sigur, at vit fáa rinda umleið 1,2 milliardir í eftirlønargjaldi um árið.

Men hann heldur, at tað er harmiligt, at pengarnir, vit verða tvingað at rinda til okkara egnu eftirløn, í stóran mun verður brúkt til bústaðarbygging, og onnur endamál, uttan fyri Føroyar. Hann vildi heldur at pengarnir verða brúktir til byggja bústaðir í Føroyum.

Mest lisið hesa vikuna

Tinglimir slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

11 tímar síðan

Samhaldsfesti við Bakkafrosti og Effo

23. desember kl. 17:40

Átta bilførarar tiknir á sama vegastrekki

Í gjár kl. 09:48

Takk fyri jólaheilsan frá Sigrid Dalsgarð: Eysturlund – orkuskifti, arbeiðspláss og samfelagsábyrgd

24. desember kl. 08:43

Her eru 96 síður av góðum jólalesnaði

23. desember kl. 16:00

So lítlan - ella stóran - týdning hevur ríkisveitingin úr Danmark fyri Føroyar

25. desember kl. 12:10