Ongi úrslit

Nú skulu føroyingar til val dag um dag

Áki Bertholdsen
5 tímar síðan

Sum vit skrivaðu í gjár, verður løgtingsval hósdagin 26. mars. Og sum vit skrivaðu í áðni, verður fólktingsval tveir dagar frammanundan, nevniliga týsdagin 24. mars.

Sostatt skulu føroyingar á val tvær ferðir, næstan dag um dag.

Formliga er tað ríkisumboðið, sum ásetir dagin fyri fólkatingsvalið, men har er eingin avgreiðsla eftir á miðdegi. Men í Føroyum er tað ikki eitt krav, at fólkatingsvalið er sama dag, sum dag er í Danmark. Eftir lógini um fólkatingsval, ber nevniliga til at halda valið í Føroyum ein annan dag enn valið er í Danmark.

Tað eru fleiri sum halda, at tað verður ringt at fáa føroyingar á væl tvær ferðir, at kalla dag um dag.

Tí eru tað summi, sum hava mett, at fólkatingsvalið í Føroyum verður flutt, so at tað eisini verður sama dag, sum løgtingsvalið er, nevniliga hósdagin 26. mars.

Men tað eru onnur, sum halda, at tað verður neyvan. Tað skulu serstakliga góðar grundir til at flyta eitt løgtingsval. Og tey duga illa at hugsa sær ta støðuna, at fólkatingsval verður í Danmark 24. mars, har úrslitið verður, at tað ríður um snarið ímillum tann sosialistiska vongin og tann borgarliga vongin - og skulu tey bíða í tveir dagar eftir úrslitinum úr Føroyum fyri at vita, hvør hevur vunnið valið.

Tá er eisini vandi fyri, at tey borgarligu í Føroyum fara at royna at ávirka borgarligar veljarar í Føroyum, og øvugt. Tað er neyvan ein støðu, politiska skipanin í Danmark vil koma í, siga aðrir eygleiðarar.

Vit fingu ikki orðið á Aksel V. Johannesen, men við KvF sigur hann, at tað er ikki so einfalt at flyta fólkatingssvalið, og hann væntar ikki, at danir fara at góðtaka tað.

Tað kann vera ein trupulleiki fyri fólkaræðið, at danir skulu bíða eftir úrslitinum úr Føroyum.

Mest lisið hesa vikuna

So er eingin samgonga longur

23. februar kl. 12:14

Løgreglan heitir á bileigarar um at kanna bilarnar - illgruni um herverk

22. februar kl. 09:14

Hon er ræðuliga vónbrotin og skelkað av Framsókn

Í gjár kl. 22:17

Tingmaður fyri Framsókn vekir undran

23. februar kl. 16:21

Er Sjúrður Skaale á skeivari kós?

21. februar kl. 21:55

Grundarlagið undir samgonguni viknaði í morgun

23. februar kl. 10:57