Nú skal allur bjargafuglur friðast um summarið

Hann skal ikki órógvast av bátum ella av larmi

Nú verður tað ólógligt at órógva hesar við báti alt summarið
Áki Bertholdsen
10. juli 2024 kl. 15:37

Nú verður ein kunngerð sett í gildið sum friðar allan bjargafugl í Føroyum frá larmi.

Tað er endamálið við eini kunngerð, Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, fer at seta í gildi í næstum.

Sum støðan er nú, eru tað trý øki í landinum, har fuglurin er friðaður fyri larmi. Tað er í Mykinesi, eisini Mykineshólmi, umframt Skúgvoy og partar av Nólsoynni.

Hetta eru tey trý økini í landinum, sum eru Ramsar-øki og tað merkir, at hetta eru øki, har fuglurin skal vera serliga væl vardur.

Men landsstýriskvinnan sigur, at nú skal allur bjargafuglur hava somu verju sum fuglurin í teimum trimum Ramsar-økjunum hevur.

Og tað merkir, at somu strongu reglur um sigling, sum er galdandi undir landi í Mykinesi, í Skúgvoy og í Nólsoy, fara nú at verða galdandi fyri allar Føroyar.

Tað merkir, at frá 15. apríl til 31. august, verður ikki loyvt at sigla skjótari enn átta míl undir landi og út á 500 metrar úr landi. Tað verður heldur ikki loyvt at larma upp á aðrar mátar, eitt nú at spæla harðan tónleik.

Einasta undantak er almenn ferðafólkasigling og tá ið lív og heilsa er í vanda.

Samstundis skulu vatnskutarar halda seg minst 500 metrar úr landi í hesum sama tíðarskeiði, sama hvussu lagaliga teir stima.

Endamálið er, at fuglurin verður órógvaður sum minst ímeðan hann reiðrast og hevur unga. Og hetta er galdandi fyri allar Føroyar, undantikið nøkur heilt fá strekki, har fuglabjørg ikki eru, oftast á eystursíðuni.