Ongi úrslit

Nú ræður um at velja rætt!: Veljið fólk, ið vilja náttúru og umhvørvi væl, og virða landsins lógir

Maria Jacobsen
6 tímar síðan

Fyri viku síðan skrivaði eg lesarabræv um ólógliga bygging hjá Vága kommunu. https://dimma.fo/grein/wild-west

Vága kommuna byggir:

· Uttan byggiloyvi

· Uttan umhvørvisárinskanningar

· Uttan hoyring

· Uttan ognarskap

ein kirkjugarð í FJØRUNI!

Hóast friðingarmyndugleikarnir í avgerð klárt hava sagt kommununi, at hon IKKI kann byrja bygging, fyrr enn øll viðurskifti eru greidd, hava myndugleikarnir framvegis ikki steðgað kommununi.

Fyri hvønn dag, sum gongur, har ólógliga byggingin heldur fram, hækkar kostnaðurin, ið skattgjaldarin í Vága kommunu skal rinda fyri hetta óskilið. Tíbetur kann tað tó í síðsta enda verða so, at Vága kommuna og teir einstøku býráðslimirnir standa eftir við rokningini – tá eftirspælið er av!

Síðan lesarabræv mítt havi eg fingið nógvar viðmerkingar frá fólki, ið eins og eg halda hesa bygging og hesa støðu vera fullkomiliga vitleysa.

Tíverri er tað ikki einans Vága kommuna, ið ger, sum hon vil, tá umræður bygging og eyðræning av náttúru og landi okkara!

Tí mugu vit velja politikarar, ið tora at steðga tílíkum lógloysi.

Eg fari tí at heita á allar veljarar runt Føroya land, sum í morgin skulu seta sín kross og gera av, hvør skal mynda politiska landslagið komandi fýra árini, at velja valevni, ið ikki fara at góðtaka slík mál sum hetta og hava dirvið at steðga hesum.

Valevni finnast, ið eru:

· ímóti ólógligari bygging

· ímóti umhvørvisdálking

· ímóti, at borgarin ikki sleppir til orðanna

· ímóti at náttúran verður eyðrænd.

Hava hesi mál týdning fyri teg, spyr so tað valevni, tú hugsar at atkvøða fyri, hvat hon/hann heldur um hesi evni og fer at gera við tey.

Set so krossin við fólk, ið torir og fer at steðga hesum lógloysi – soleiðis at borgarin og náttúran verða viðfarin sum lógarásett.

 

Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

23. mars kl. 08:13

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01

Eysturoyartunnilin – nú skal tunnilsgjaldið niður, langt niður

19. mars kl. 16:04

Enn eitt stórt og vakurt træ í Havn mátti lúta

Í gjár kl. 12:56