Ein góður valfundur í Reinsaríinum, fyriskipaður av Frihedsbrevet.fo. Búskapar- og fíggjarpolitikkur var á skrá sum tað fyrsta, og eftir hetta var eitt lívligt kjak um fosturtøkulógina sum vit samtyktu í fjør.
Tað sum eg stóð eftir við tá kjakið var liðugt, var at sannlíkindini fyri at lógin verður rullað aftur, er ómetaliga stór, um ikki veljarin hugsar um hetta málið, tá hann setur krossin.
Konservativu røddirnar á pallinum hildu at kvinnan ikki sjálv skuldi eiga hesa avgerðina. Neyðtøka var heldur ikki nakað sum kundi kvalifiserað eina fosturtøku, og MØGULIGA kundi mann tosað um tað, um tað stóð um lív.
Annars var møguleikin fyri at ráðføra seg við presti ella sálarfrøðingi á borðinum, umframt at pápin skuldi geva samtykki til avgerðina.
Hetta er tað sum kvinnur í Føroyum kunnu vænta sær, tá tær vakna upp 27 mars, um ikki krossurin verður settur við tey, sum fara at standa rimmarføst um rættin hjá kvinnum sjálvar at taka avgerðina um fosturtøku.
Framsókn hevur ein greiðan politikk á økinum. Kvinnan eigur sjálv avgerðina áðrenn 12. Viku.
Valið er títt, og tú hevur nú 2 dagar at hugsa teg um.
Gott val
Bjarni K. Petersen
Valevni fyri Framsókn