Ongi úrslit

Nú má sáttmálin ikki lorkast burtur

Føroya Fiskimannafelag
19 tímar síðan

Hetta er lívsgrundarlagið hjá nógvum fiskimonnum og húskjum teirra.

Hetta kann gera óbótaligan skaða, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag.

Í gjár frættist, at uttanlandsnevndin hjá løgtinginum er nú komið við álitinum um at seta fleiri revitiltøk í verk móti Russlandi.

Í seinastu viku søgdu Russisku myndugleikarnir, at tað fekk avleiðingar fyri Føroyar, um revsitiltøk verða sett í gildi móti russiskum fiskiskipum.

Sáttmálin við Russland er lívsgrundarlagið hjá fleiri av okkara limum, sigur Jan og leggur aftrat, at nú má sáttmálin ikki lorkast burtur.

Allur vesturheimurin samstarvar við russar, tí eiga vit at gera tað sama, sigur hann. Vit eiga ikki at ofra okkara borgarar í ein kensuligum stríði.

Vandi er á ferð. Slíta vit, so standa vit til at missa tey nýggjastu skipini, har okkara limir hava sítt lívsgrundarlag, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag at enda.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

Í gjár kl. 07:59

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Ungdómar hava vandamikið spæl í Klaksvík

9. november kl. 09:31

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

20 tímar síðan

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41