Ongi úrslit

Nú kunnu vit fáa dýrari jólagávur til Føroya - uttan at rinda toll

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Tað er ongantíð í árinum, at tað koma so nógvir pakkar uttanlands til Føroyar sum nú upp undir jól.

Eyðvitað er er ein stórur partur av teimum jólagávur, sum skyldfólk og vinfólk uttanlands, senda heim til Føroya.

Higartil hevur ein jólagáva kunna kostað 700 krónur, uttan at móttakarin í Føroyum skal rinda toll av avgjøld av henni.

Men Taks sigur, at núr er tollfría hámarkið hækkað upp í 1.000 krónur.

Tað merkir, at ein, sum býr uttanlands, kann keypa eina gávu fyri í mesta lagi 1.000 krónur - við mvg - og senda hana til Føroya, uttan at rinda toll og avgjald.

Fólk, sum koma heim at ferðast, kunnu eisini hava hana við í viðførinum.

Kostar gávan meiri enn 1.000 krónur, skulu tollur og avgjøld rindast av allari upphæddini.

Men Taks leggur dent á, at gávan má ikki vera rúsdrekka ella tubbakk av nøkrum slagi - og tað skal ikki kosta móttakaranum nakað at taka ímóti henni.

Annars er treytin, at bæði tann, sum sendur gávuna, og tann, sum fær hana, skulu vera privatpersónar. Hevur tann, sum sendur gávuna, ikki kvittan fyri keypinum, verður tað Taks, sum metur um virðið á henni.

Gáva skal ikki hava vinnuligt endamál. Tað merkir, at talan skal bara vera um jólagávur, føðingardagsgávur, og gávur annars, sum bara verða sendar av og á.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Eyðun greiðir allari verðini frá um Føroyar og landsliðið

14. november kl. 17:10

Niels Juel Arge er fríttstillaður

Í gjár kl. 16:29