Nú er kostnaðurin fyri nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum komin upp á 834,5 milliónir krónur.
Tað eru tríggjar ferðir meiri enn upprunaliga ætlað, tí tá ið fyrsta skotið varð latið, varð upplýst, at hann fór at kosta 348 milliónir.
Tá varð eisini upplýst, at hann skuldi takast í nýtslu í 2019, men enn stendur 40 prosent av honum tómur
Orsøkin er, at hóast bygningurin er spildurnýggur, lekur hann so illa, at tað er ikki verandi í einum stórum parti av honum.
Sostatt er brúk fyri 32,8 milliónir til umvælingar. Eitt nú skal ein stórur partur av klædninginum skiftast, umframt fleiri vindeygu.
Og ta upphæddina er Løgtingið samt um at veita.
Fíggjarnevndin sigur frá Landsverki, at orsøkin til trupulleikarnar við lekum stavar frá ov vánaligum hondverki, ov vánaligum tilfari, ov vánaligum eftirliti, umframt av prosjekteringsfeilum.
Tað er full semja í Løgtinginum um at nú má bygningurin gerast liðugur og tí verður tað neyðugt at játta neyðugu upphæddina.
Landsverk ætlar at fara í rættin við málinum fyri at fáa eykaútreiðslurnar endurgoldnar.
Nú er ætlanin at taka allan bygningin í brúk seinast í ár.