Ongi úrslit

Nú kann tað verða koyrandi til Suðuroyar í 2035

Í gjár samtykti Løgtingið, við stórum meiriluta, at fara undir at projektera Suðuroyartunnilin, og at bjóða arbeiðið út
Áki Bertholdsen
8 tímar síðan

Gongur alt eftir ætlan, er tað ikki veruleikafjart, at tað verða koyrandi til Suðuroyar í 2035.

Tað sigur Bergur Poulsen, formaður í nevndini í Tunnilsfelagnum, sum skal fyrireika Suðuroyartunnilin.

– Tað er ringt at siga akkurát, hvussu leingi alt tað fer at taka, men nú er málið endaliga samtykt, so nú sleppa vit til arbeiðis av álvara, sigur Bergur Poulsen.

– Vit plaga at siga, at frá tí, at trýst verður á tann grøna knøttin, ganga 10 ár, ella kanska níggju ár, til tað er koyrandi, sigur hann.

Og tað, sum hendi í gjár var nettupp tað, at trýst varð á tann grøna knøttin, tá ið Løgtingið, við stórum meiriluta, samtykti at fara undir at projektera Suðuroyartunnilin, og at bjóða hann út.

Bergur Poulsen sigur, at nú verður beinanvegin farið undir arbeiðið. Men at fyrireika og projektera eina so stóra verkætlan, er stórarbeiðið, so tað fer at taka eini tvey ár.

Sostatt verður tað helst ikki fyrr enn í 2028, at tað er klárt at bjóða arbeiðið út.

Nevndarformaðurin sigur, at helst fara tey, í mest møguligan mun, at arbeiða eftir sama leisti sum tey gjørdu tá ið Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin vórðu projekteraðir, og bjóðaðir út.

Tað merkir, at helst verður mannagongdin tann, at nakrar byggifyritøkur verða undangóðkendar at bjóða upp á arbeiði.

– Tað er neyðugt, at talan er um stórar fyritøkur, sum eisini hava royndir við verkætlanum av hesum slagi, sigur Bergur Poulsen.

Hann sigur, at tá ið boðini eru komin inn, og tey vita, hvat verkætlanin kostar, skal Løgtingið so aftur taka endaliga støðu til, um farast skal undir hana.

Og, sum sagt, at gongur alt sum eftir ánni, og Løgtingið samtykkir at fara undir verkætlanina, kann tað verða koyrandi til Suðuroyar í 2036, kanska enntá í 2035.

Hann sigur, at arbeiðið hevur kortini ikki ligið heilt stilt, hóast tað tók sína tíð at avgreiða málið, tí tey hava fyrireikað ymsar jarðfrøðiliga kanningar.

Eitt nú skulu nakrar boringar gera á Skálafjalli ímillum Sandvík og Hvalba fyri at fáa eina greiðari mynd av jarðfrøðini har.

Tær boringarnar verða gjørdar í næstum og tær verða gjørdar tí illgruni er um, at har er gosmyrja undir.

Tað er ikki gott tilfar at gera tunnil ígjøgnum, men tað er ikki nøkur forðing kortini. Hinvegin er tað altíð ein fyrimunur at hava so góða mynd av jarðfrøðini sum tilber, áðrenn nakað verður boðið út, sigur Bergur Poulsen.

 

Mest lisið hesa vikuna

So er eingin samgonga longur

23. februar kl. 12:14

Løgreglan heitir á bileigarar um at kanna bilarnar - illgruni um herverk

22. februar kl. 09:14

Hon er ræðuliga vónbrotin og skelkað av Framsókn

Í gjár kl. 22:17

Tingmaður fyri Framsókn vekir undran

23. februar kl. 16:21

Er Sjúrður Skaale á skeivari kós?

21. februar kl. 21:55

Grundarlagið undir samgonguni viknaði í morgun

23. februar kl. 10:57