Ongi úrslit

Nú hava vit fingið okkara fyrsta brekumboð

Áki Bertholdsen
29. sepember kl. 16:19

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almannamálum, hevur nú sett Eilif Magnusson Arge í starv sum Brekumboð.

Eilif Magnusson Arge er 34 ár, giftur, eigur tvey børn. Hann er úr Klaksvík, og býr í Hoyvík.

Hann hevur kandidatútbúgving í fólkaheilsu (cand.scient.san.publ) og bachelor í sálarfrøði. Hann hevur fleiri ára royndir í donsku miðfyrisitingini, har hann hevur verið fulltrúi í Ankestyrelsen í 3,5 ár og serligur ráðgevari í Social- og Boligministeriet í 1,5 ár, áðrenn hann flutti heim aftur til Føroyar summarið 2025.

Í lestrartíðini hevur hann verið summarfrítíðaravloysari á bústovni undir Almannaverkinum.

Hann byrjar í starvinum 1. oktober 2025.

Hetta er fyrstu ferð, at vit hava eitt Brekumboð, sum hevur til endamáls at styrkja rættindi og lívikor hjá fólki, ið við breki.

Brekumboðið skal hava eftirlit við, at føroysk lóggáva, tænastur og tilboð, eru í samsvari við breksáttmálan. Eisini skal Brekumboðið veita ráð og vegleiðing, gera kanningar og frágreiðingar, birta kjak og hann skal arbeiða fyri, at røddin hjá fólki við breki, hoyrist.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

14 tímar síðan

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

Í gjár kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41

Útselt á sjálvum upplatingardegnum

11. november kl. 21:00