Tilsamans hava føroyingar nú koppsettir 117.231 ferðir fyri koronu.
Tað vísir ein uppgerð, Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur lagt fyri Fíggjarnevndina í sambandi við at fíggjarlógin fyri næsta ár, er til viðgerðar.
Tað var í 2020, at korona fór at ganga og gjørdist ein umfatandi farsótt, sum elvdi til ótta og stúran um allan heimin, og sum legðu næstan alla samferðslu lamna.
Tí vóru nógvar kreftir lagdar í at finna eitt koppingarevni og beint fyri jól vórðu tey fyrstu fólkini koppsett.
Eisini í Føroyum vórðu tey fyrstu fólkini koppsett tá, tí við ársenda í 2020 vórðu 117 fólk í Føroyum koppsett fyri koronu.
Stóra koppsetingarárið var í 2021, tí tá vórðu føroyingar koppsettir 96.589 ferðir. Heili 41.351 fólk fingu ta fyrstu sproytuna og næstan líka nógv, 40.557 fólk, fingu eisini aðru sproytuna.
Men so minkaði áhugin munandi, tí bara 14.671 fólk fingu ta triðju sproytuna og tað vóru ikki meiri enn 10 fólk, sum tóku av tilboðnum um at fáa ta fjórðu sproytuna.
Í fjør og í ár hevur koppsetingin bara verið ein viðfáningur av tí tær vóru í 2021. Í fjør vóru tað bara 387 fólk, sum fingu sær ta fyrstu sproytuna og 482 fólk fingu sær aðru sproytuna.
Nógv tey flestu, sum vórðu koppsett í fjør, vóru fólk, sum fingu sær ta triðju og fjórðu sproytuna. Tað vóru 7.931 fólk, sum vórðu koppsett fyri triðju ferð í fjør og 7.287 fólk vórðu koppsett fyri fjórðu ferð. Og so vóru tað eisini 32 fólk, sum vórðu koppsett fyrii fimtu ferð í fjør.
Í ár er lítil og eingin áhugi fyri at lata seg koppseta fyri koronu. Tað eru bara 35 fólk, sum eru koppsett fyri fyrstu ferð í ár og 21 fólk fingu sína aðru sproytu í ár. Samstundis fingu 193 fólk sína triðju sproytu í ár og tey flestu, sum hava latið seg koppseta í ár, eru tey, sum hava verið við í koppsetingini alla tíðina.
Sostatt hava 1.150 fólk fingið fingið sína fjórðu sproytu í ár og 3.027 fólk hav fingið sína fimtu sproytu. Og so eru tað eisini 20 fólk, sum nú eru koppsett fyri sættu ferð.
Tað merkir, at 41.850 føroyingar hava fingið ein sproytu fyri koronu, 41.060 fólk eru koppsett tvær ferðir, 22.795 fólk eru koppsett tríggjar ferðir, 8.447 fólk eru koppsett fýra ferðir, 3.059 fólk eru koppsett fimm ferðir og 20 fólk eru koppsett seks ferðir.