Nú hava 376.000 fólk skrivað undir upp á at boykotta Føroyar

Tey siga, at 64 av teimum eru úr Føroyum

Áki Bertholdsen
31. juli 2023 kl. 14:58

Fyri eini viku síðani fóru umhvørvisfelagsskapir undir eina nýggja herferð fyri at fáa ferðafólkaskip at boykotta Føroyar. Men tey vilja eisini hava fólk sum heild at strika Føroyar sum ferðamál. 

Tað hendi eftir at ferðafólkini á einum útlendskum ferðafólkaskipið fingu ta - sambærtt teimum sjálvum - skelkandi upplivilsi, at grind av í Havn ímeðan tey vóru her. Úrslitið av tí var, at felagið, sum átti skipið, bað tey so miriliga um umbering fyri at tey høvdu sæð eitt grindadráp.

Endamálið er at trýsta okkum til at halda uppat at drepa grind. Tey vísa á, at higartil hava sløk 376.000 fólk skrivað undir mótmæli og tey siga eisini, at tey hava fingið 64 undirskriftir úr Føroyum.

Endamálið hjá teimum er at fáa 500.000 fólk at skriva undir. Tey fýlast eisini á, at grindadráp ikki er verður nevnt í faldarum um Føroyar sum ferðamál.

Ein av stigtakarunum, Rababy, sigur við Euronews, at endamálið er ikki at gera seg inn á føroyingar ella føroyska mentan. Endamálið er at gera enda á grindadrápi, sum er ikki hoyrir nútíðini til, samstundis sum grind er heilsuskaðiligur matur.

Hon vónar at fáa samskifti í lag við føroyskar myndugleikar um hesi viðurskifti og hon rør eisini fram undir, at grindadráp er ikki burðardygg veiða.

Men Euronews endurgevur eisini keldur í uttanlandaráðnum hjá landsstýrinum fyri at siga, at grind er burðardygg veiða og at tað er langt síðani, at tað var altjóða viðurkent, at talan er um burðardygga veiðu.