Ongi úrslit

Nú er greitt nær apotekið í Vágum letur upp

Samstundis verða fleiri automatir við heilivági settar upp

Áki Bertholdsen
26. februar kl. 15:20

Nú er greitt, at tað verður mikudagin 2. apríl, at apotek letur upp í Vágum. 

Í eina tí hevur apoteksverkið arbeitt við at lata apotek upp í Vágum. Apotekið verður í Miðvági og tað letur upp 2. apríl.

Samstundis verður automat við hondkeypsheilivági sett upp við apotekið, so fólk kunnu fáa hondkeypsheilivág allan sólarkringin.

Seinastu vikurnar hevur orðaskifti stungið seg upp um møguleikarnar hjá fólki at keypa handkeypsheilivág í nærumhvørvinum, sigur Javnaðarflokkurin í tíðindaskrivi. 

Í dag eru fýra apotek í landinum, men so eru tað eisini 19 handlar kring landið, sum hava eitt úrval av hondkeypsheilivági, sum er nógv eftirspurdur.

Teir eru allir í økjum, har einki apotek er. Men tað er eisini ein automat uttan fyri Tjaldurs Apotek í Havn. 

Talan hevur verið um, at tá ið vágafólk fáa apotek og automat, skuldi handilin í Miðvági missa loyvi at selja hondkeypsheilivág

Men nú sigur landsstýriskvinnan í heilsumálum,  Súsanna Bertholdsen, at tað er ikki ætlanin at nakar handil skal missa loyvið at selja hondkeypsheilivág, nú nýtt apotek verður latið upp í Vágum -og seinni eisini í Hoyvík. 

Í løtuni verður arbeitt við at seta fleiri automatir upp. Automatirnar, ella sjálvtøkurnar, sum tey kalla tað, verða í fyrstu atløgu settar upp uttanfyri tey fimm apotekini, har hondkeypsheilivágur annars bara kann keypast, tá ið apotekini hava opið. 

Í sjálvtøkum hava fólk møguleika at keypa handkeypsheilivág allan sólarkringin, hvønn dag í árinum.

Mest lisið hesa vikuna

Tinglimir slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

13 tímar síðan

Samhaldsfesti við Bakkafrosti og Effo

23. desember kl. 17:40

Átta bilførarar tiknir á sama vegastrekki

27. desember kl. 09:48

Takk fyri jólaheilsan frá Sigrid Dalsgarð: Eysturlund – orkuskifti, arbeiðspláss og samfelagsábyrgd

24. desember kl. 08:43

Her eru 96 síður av góðum jólalesnaði

23. desember kl. 16:00

So lítlan - ella stóran - týdning hevur ríkisveitingin úr Danmark fyri Føroyar

25. desember kl. 12:10