Í gjár var nývalda ungdómsráðið í Havn á ráðhúsinum og hitti Elsu Berg, borgarstjóra, og onnur umboð fyri kommununa.
Tey fimm í ungdómsráðnum eru Maisól Hentze, Gabriella Vang, Markus Køtlum, Sjúrður Eysturoy og Fríði Leitisskarð.
Limirnir í nýggja ungdómsráðnum eru millum 17 og 23 ár, og tað eru tey ungu ímillum 16 og 25 ár, ið hava valt tey. Ungdómsráðið situr í tvey ár ísenn.
Nýggja ráðið fer at hava sín fyrsta fund í fyrru helvt mai mánaði, har ráðið eisini fer at skipa seg.
Undir vitjanini í gjár varð millum annað tosað um, at ráðið ætlar sær at arbeiða fyri betri trivnaði hjá ungum í kommununi og fyri at fáa fjølbroyttari ungdómstilboð og støð hjá ungum at vera, sigur býráðið í tíðindaskrivi.
Bústaðarmøguleikar til ung er eisini eitt mál, tey fara at seta á skrá.
Tórshavnar ungdómsráð, Tur, skal vera málgagnið hjá ungdóminum í Tórshavnar kommunu, og tey skulu samskiftia við kommunustýrið um mál, sum viðvíkja ungdóminum.
Harumframt skal ráðið koma við uppskotum og hugskotum um betran av korum og trivnaði teirra ungu og tryggja, at hugflog og eldhugi teirra ungu verða virðismett og gagnnýtt.