Ongi úrslit

Nú fara hoyvíkingar eftir greipuni

Í kvøld legði gamla stórfelagið Kyndil rygg til stórtap móti H71, sum av álvara staðfesti, at hondbóltstrónan er í Hoyvík

Jonhard Hammer
19 tímar síðan

Kyndil var gamla stórfelagið í føroyskum manshonsbólti. Soleiðis hevur tað ikki verið nógvu tey seinastu árini, hóast Kyndil vann FM í fjør. Nú eru tað hoyvíkingar í H71, sum eiga hondbóltstrónuna. Tað varð staðfest í kvøld, tá ið menninir hjá H71 vunnu steypafinaluna móti Kyndli 37-28. Hálvleiksstøðan var 20-14.

-Vit mugu bara staðfesta, at tað í kvøld gekk fyri seg eftir treytunum hjá H71, og vit fingu ongantíð fatur á teimum í verjuni, og so verður tað torført at vinna, staðfesti Rókur Akralíð í samrøðu við Tórð Mikkelsen í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. Rókur er veteranur og verjuspælari og tann av føroysku spælarunum, sum hevur spælt flestar landsdystir av øllum. Hann hevur spælt 57 landsdystir.

Tað var stórur hvøkkur fyri H71, tá ið álitið í verjuni Peter Krogh longu eftir tríggjar minuttir sá beinleiðis reytt kort. Men tað vísti seg ikki at hava týdning fyri H71 avrikið. Hoyvíkingar vóru frammanfyri 20-14, tá ið tað var hálvleikt, og sum seinni hálvleikur leið, var spurningurin bara, hvussu trivaligur sigurin fór at verða.

Helt stóri munurin í fyrra hálvleiki var tað, at Tóraldur Kollsker í H71 málinum var so stinnur. Bjargingarprosentið hjá honum undan steðginum var 43, og ofta var tað, tá ið mótstøðumenninir vóru heilt leysir, at hann skoraði.

Sum seinni hálvleikur leið sást tað væl, at tað í orku gjørdi stóran mun, at breiddin á liðnum hjá H71 er væl størri, enn hon er hjá Kyndil, sum ikki skifti so nógv út, sum teir gjørdu hjá H71.

Hoyvíkingar vóru lættir og fótfimir, og hjá H71 vóru ungir menn sum Jákup Egholm, ið var øgiliga tryggur við brotskøstum, Høgni Heinason, Rókur Ziskason og blaðungi Boas Ellefsen á Skipagøtu og so sera stinni Brian Slyne.

Síðstu fáu minuttirnar var H71 manningin mest sum bara heilt blaðungir spælarar, og tað er staðfesting av, at nýtt ættarlið er klárt at taka við, um tað framvegis verður soleiðis, at bestu H71 spælararnir fara at royna seg uttanlands.

Ein av teimum, sum ætlar sær av landinum at royna hondbóltsevnini, er Boas Ellefsen á Skipagøtu, sum er lítli beiggi hjá Elias og Róa.

-Tað er hugaligt saman við vinmonnunum at vinna steypafinaluna, og nú fara vit at stríðast fyri at vinna FM og harvið greipuna. Ætlanin hjá mær er at fara av landinum at royna, hvussu langt tað ber til at røkka sum hondbóltsspælari, sigur Boas Ellefsen á Skipagøtu í samrøðu við Tórð Mikkelsen í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

Hetta er níggjunda ferðin, at H71 vinnur steypakappingina. Fyrstu steypafinaluna vann H71 í 1998, og næsti finalusigurin var í 2016.

Mest lisið hesa vikuna

Álopin í sínum egna húsi

19. februar kl. 15:24

Atlantsflog meldað til løgregluna

17. februar kl. 10:08

Borghild og Jóhannes Martin Olsen hava verið gift í 70 ár

15. februar kl. 18:05

Profilur í Sambandsflokkinum gevst í polikki

18. februar kl. 12:00

Vit mugu taka tøk saman við suðuroyingum á samferðsluøkinum

16. februar kl. 10:45

Løgreglan heitir á bileigarar um at kanna bilarnar - illgruni um herverk

8 tímar síðan