Nú fer Tórshavnar Býráð undir eina skipan, har skúlabørn fáa mat í skúlanum.
Í fyrsta umfari verður talan um eina royndarskipan í tvey ár og síðani skal býráðið eftirmeta hana og taka støðu til um hon skal halda fram - og heldur hon fram, skal støða takast til, hvørji børn skulu verða umfatað av henni.
Í hesi royndartíðini verður hendan skipanin sostatt sett í verk í trimum skúlum, í Kollafjørði, í grunddeildini á Eysturskúlanum og í miðdeildini á Skúlanum á Fløtum.
Tað merkir, at eini 500 skúlabørn verða í matarskipanini hesi bæði næstu skúlaárini,
Í hesum sambandi fer, nú um dagarnar, at verða lýst eftir einum køksleiðara, sum skal standa fyri arbeiðinum at menna og reka matarskipanina.
– Matarskipanin hevur til endamáls at tryggja, at øll børn fáa somu atgongd til heilsugóðan mat, samstundis sum hon skal stuðla undir trivnað, læring og góðar matvanar hjá næmingunum, sigur býráðið.
Maturin verður í køkinum á Skúlanum á Fløtum, haðani matur eisini verður fluttur til hinar skúlarnar.
Býráðið sigur, at kanningar millum foreldur og næmingar vísa, at stórur áhugi er fyri eini matarskipan, har næmingarnir fáa heitan ella kaldan mat í skúlanum, og nógv eru eisini sinnað at rinda fyri skipanina.
Sostatt verður arbeitt við eini skipan, har foreldrini rinda ein part.