Á nýggjárinum er væntandi, at komið verður á mál við arbeiðnum at veita suðuroyingum eina munandi tryggari streymveiting.
Sev sigurm at um ársskiftið er nevniliga væntandi, at arbeiðið at leggja alla streymveitingina í Suðuroy í kaðalar undir jørð, verður liðugt.
Í løtuni verður tað seinasta strekkið lagt ígjøgnum Hovstunnilin, og tá tað er liðugt, er klárt at bróta tær seinastu luftlinjurnar av.
Arbeiðið í Hovstunlinum verður gjørt í nátt, hósnáttina. Í tí sambandi er verjugarður stoyptur í øðrum borðinum á tunlinum. Grús verður lagt í botnin, kaðalarnir lagdir í, og síðani verður grús fylt útyvir aftur.
Heldur enn at grava kaðlarnar niður, verður ein lágur verjugarður stoyptur, soleiðis at kaðal kann leggjast í grøvina millum garðin og tunnilsveggin, og síðani verður grøvin fylt aftur við grúsi.
Tað ger tað lættari at sleppa framat kaðlunum seinni, skuldi verið neyðugt, sigur Otto West, kaðal- og linjumeistari, við heimasíðuna hjá Sev.
Endamálið hjá Sev er leggja allar Føroyar í kaðalar undir jørð, sigur Jón Nielsen, deildarstjóri fyri elnetið, við heimasíðuna hjá Sev.
– Fyrimunirnir eru fyrst og fremst, at tað verða munandi færri streymslit, men tað ger eisini, at elleiðingarnar slítast ikki so illa.
Hetta er eitt arbeiðið, sum farið varð undir eftir tiltiknu jólaódnina seinast í 80’unum, tá elnetið fór rættuliga illa, so tað hevur verið drúgt.
Í tí tíðini var ikki óvanligt at hava 300 streymslit um árið kring landið, men í dag liggja vit á 5-7 streymslit um árið.
– Tað verður neyvan nakrantíð, at einki streymslit verður, tí kaðalfeilum er ringt at verja seg fyri, sigur Sev.
Harafturat hendur tað seg eisini, at kaðalar verða grivnir av í sambandi við grevstur hjá øðrum.
Suðuroyggin er ikki fyrsta oyggin, sum er løgd í kaðal. Umframt tær smærru oyggjarnar Nólsoy, Koltur, Hest, Mykines og Skuvoy, eru eisini Sandoy og Borðy lagdar í kaðal - umframt at Kalsoy og Vágar eru 99 prosent lagdar í kaðal. Fjarðaspenni eru tó millum nakrar av hesum oyggjum.
Nú manglar Sev at leggja einar 100 kilometrar av háspenningslinjum í kaðal og tað er 10 prosent av leiðingunum.