Ongi úrslit

Nú fáa borgararnir høvi at siga sína meining um eldraøkið

Eldrasamstarvið Nánd bjóðar mikukvøldið til borgarafund um eldraøkið

Jonhard Hammer
Í gjár kl. 11:25

Mikukvøldið 24. september verður borgarafundur í menanarhúsinum í Fuglafirði.

Tað er eldrasamstarvið Nánd, sum bjóðar borgarum í brúkaraøkinum til fundar. Eldrasamstarvið Nánd fevnir um tvær kommunur – Eysturkommunu og Fuglafirðar kommunu.

Kommunurnar skriva soleiðis:

Hvussu skulu vit í felag mynda eldraøkið í framtíðini?

Á verkstovuni fara vit at kjakast um virðir, ynskir, átøk og ivamál, sum hava týdning fyri, at tænasturnar veruliga gera mun í gerandisdegnum.

Uttan mun til, um tú ert borgari, avvarðandi, sjálvboðin í einum felag ella bara áhugaður – títt íkast er týdningarmikið.

Tín vitan og tínar royndir eru lykilin til, at vit saman kunnu finna røttu loysnirnar, verður sagt.

Tað er neyðugt at boða frá luttøku á fundinum. Á heimasíðunum hjá kommununum báðum er tilmeldingarskjal.

Á heimasíðuni hjá Nánd verður sagt soleiðis:

Nánd er Heimatænastan fyri eldri borgarar í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu. Kommunurnar báðar hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m. fyri at bjóða eina góða tænastu til okkara eldru borgarar.

Dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu.

Í stýrinum hjá Nánd sita 3 kommunalpolitikarar úr býráðnum hjá Eysturkommunu og 2 kommunalpolitikarar úr býráðnum hjá Fuglafjarðar kommunu.

Í stýrinum fyri Nánd eru Per Martin Gregersen, formaður, Dávur Juul, næstformaður, Hanna Jensen Heri Mikálsson og Kristian Martin Petersen.

Leiðari fyri Nánd er Poula Reinert-Petersen.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

Í gjár kl. 07:47