Nú er veitslan av í Runavík

Skelkurin av politikkinum hjá samgonguni, er so stórur, at Runavíkar kommuna má repa seglini fyri ikki at koma í óføri

Áki Bertholdsen
31. august 2023 kl. 20:00

Fyri Runavíkar kommunu er fíggjarligi skelkurin so stórur, at hon nú má repa seglini av álvara, skal hon ikki sigla seg út í vandasjógv orsaka av landsstýrisins rikna politikki. 

Tað sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík. Býráðið í Runavík hevur lagt eina heildarætlan fyri næsta ár og borgarstjórin sigur, at tá ið tað, so at siga eingi almenn størv eru í Runavík, eru tey serliga tengd at gongdini í vinnulívinum.

Hann sigur, at tað er ikki óvanligt, at landspolitikkur ávirkar kommunurnar, men hjá hesi samgonguni bar av.

– Lønarlyft, lønarvøkstur, styttri arbeiðsvika, eru nøkur av nógvum blomstrum í samgonguskjalinum. Ivaleyst taka tey flestu undir við hesum, men onkur skal taka sær av fíggjarligu avleiðingunum, og í hesum førinum vera tað fyri tað mesta kommunurna ið koma at taka upp eftir stórfingnu lyftunum frá sitandi landsstýri. 

Samsrundis eru veiðigjøldini hækkað og lovorðini um afturbering til raktu kommunurnar hvurvu sum døgg fyri sól, sigur Tórbjørn Jacobsen.

– Tøkugjøldini, sum gingu so nær, at vandi var og er fyri fleiri hundrað arbeiðsplássum, bara á einum virki, tykjast vera komin fyri at vera, men endurgjald til kommunurnar, verður nevnd við einum orði í løgmansrøðuni á ólavsvøku. 

– Flakavirkini í Føroyum liggja tungt í sjónum og tað var steinur oman á byrði, táið Fiskimálaráðið, í einum høggin, tók makrelin frá flakavirkinum Faroe Origin í Saltangará. 
– Í summar setti landsstýrið havnastongsul í verk ímóti russiskum skipum. Álopskríggið hjá russum í Ukraina kann ongin verja, og líkamikið hvat ið fólk halda um stongsulin, er avleiðingin fyri Runavík, at nettovinningurin minkar 50 prosent. 

– Stongsulin hevur kortini størri ávirkan enn hetta, eisini fyri kommununa, tí ein hálv milliard krónur fer eftir úr peningaumfarinum hjá tænastuvinnuni í Eysturoy og Norðoyggjum, og tað fer at síggjast aftur í kassunum. 

Borgarstjórimn sigur, at tá ið farið varð undir at byggja svimjihøll í Runavík, søkti Runavíkar kommuna um at fáa mvg upp á umleið 9,8 milliónir aftur. Tað er vanligt men eingin ønti okkum aftur, sigur hann.

– Tey seinastu nógvu árini hava vit roynt at hildið rakstrarvøkstrinum niðri á trý prosent um um árið, men gávuhýrurin hjá samgonguni ger, at vøksturin verður minst fimm prosent næsta ár.

Niðurstøðan er, at mett verður, at næsta ár fer Runavíkar at hava 25,5 milliónir minni til íløgur enn í ár, orsaka av hesum slysálopinum frá samgonguni.

– Tí má íløguætlanin endurskoðast og eisini íløgur, sum arbeitt verður við beint nú, kunnu fáa eitt skot fyri bógvin.

– Vit leggja kortini ikki árarnar inn, men harfyri er tað skyldan hjá einum býráði at fyrihalda seg til veruleikan, sigur Tórbjørn Jacobsen.