Ongi úrslit

Nú er undirskrivað um løn undir útbúgving

Kommunalda Arbeiðsgevarafelagið, Fíggjarmálaráðið og trý fakfeløg hava í dag skrivað undir sáttmála um løn undir útbúgving

Jonhard Hammer
30. oktober kl. 15:30

Vit skriva søgu í dag, og Heilsuhjálparafelag Føroya hevur arbeitt við at fáa løn undir útbúgving sjey tey seinastu árini. Tað sigur Mary Antonsdóttir forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya, nú sáttmála er undirskrivaður um løn undir útbúgving.

Umframt Heilsuhjálparafelag Føroya eru hini fakfeløgini, sum hava undirskrivað sáttmálan, Heilsurøktarafelag Føroya og Føroya Pedagogfelag. Á arbeiðsgevarasíðuni eru tað Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið, sum hava skrivað undir.

Sáttmálin er galdandi fyri starvsfólk við útbúgvingarsáttmála sambært løgtingslóg um útbúgving til heilsuhjálpara, heilsurøktara og námsfrøðiliga hjálparaútbúgving.

Lógin ásetur ikki, hvørja løn starvsfólk við útbúgvingarsáttmála skulu hava, við tað at partarnar á arbeiðsmarknaðinum skulu samráðast um lønina.

Sáttmálin sigur soleiðis:

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Eyðun greiðir allari verðini frá um Føroyar og landsliðið

14. november kl. 17:10

Niels Juel Arge er fríttstillaður

Í gjár kl. 16:29