Nú er trýstið á klaksvíkingum

B36 søplaði trygga leiðslu burtur í Runavík, HB vann tepran heimasigur, og Géza Dávid Turi var av álvara í hopla, tá ið Víkingur vann stórsigur á heimavølli

Jóannes Hansen
25. mai 2024 kl. 22:23

Tað gekk soleiðis, sum tað frammanundan varð roknað við, tá ið tríggir dystir í 11. umfari vóru í kvøld. Tveir teir síðstu dystirnir vera seinnapartin í morgin, tá ið KÍ fær vitjan av B68, og tá ið EB/Streymur fær vitjan av skálamonnum.

At bæði Víkingur og HB vunnu fulla úrtøku ber við sær, at tað er trýst á KÍ at vinna fulla úrtøku í morgin. KÍ er saman við Víkingi og HB við í FM kappingini.

Áðrenn tað var greitt, at Víkingur og HB vunnu fulla úrtøku, og áðrenn tað var greitt, at tað endaði javnt í Runavík var gongdin bæði annan vegin og hinvegin í Sarpugerði og Runavík, meðan tað alla tíðina var spenningur í Gundadali, har Sammy Skytte tíggju minuttir undan steðginum skoraði einasta málið í HB sigrinum, og har ÍF bjóðaði av nógv meiri, enn tað við støðutalvuni í huga kundi roknast við.

Í Sarpugerði var 07 Vestur frammanfyri, tá ið teir fóru at hvíla seg. Magnus Isager skoraði málið. Hetta var aðru ferð, at 19 ára gamli danski spælarin var málskjútti. Hann skoraði eisini, tá ið 07 Vestur 2. hvítusunnudag vann 2-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi.

Eftir steðgin koppaði heimaliðið í Sarpugerði øllum á høvdi. Innskifti Finnur Justinussen var tvífaldur málskjútti, og dagsins maður og besti spælarin higartil í ár Géza Dávid Turi var eisini tvífaldur málskjútti. Olaf Bárðarson, sum er komin fyri seg eftir langan skaðasteðg, var sera væl upplagdur, og tað var hann, sum staðfesti 5-1 heimasigurin. Hetta var fyrsta málið hjá honum í ár.

Í Runavík var B36 undan steðginum í hopla, og tá setti Zean Peetz Dalügge hol á við fínum langskoti, og Marius Kryger Lindh økti lítla løtu um munin til 2-0. Og so gekk tað soleiðis hjá B36, sum tað so ofta hevur gjørt fyrr í ár. NSÍ svaraði dyggiliga aftur. Innskifti Steffan A. Løkin minkaði um munin, tá ið tað restaðu 20 minuttir, og tríggjar minuttir seinni javnaði Klæmint A. Olsen. Harvið eru tað framvegis fýra stig á muni millum NSÍ á fjórða plássi og B36 á fimta plássi.

 

Víkingur – 07 Vestur 5-1 (0-1)

0-1: Magnus Isager 34.

1-1: Géza Dávid Turi 59.

2-1: Finnur Justinussen 62.

3-1: Finnur Justinussen 65.

4-1: Géza Dávid Turi 73.

5-1: Olaf Bárðarson 90.

Dómari: Bjarki Danielsen

 

NSÍ – B36 2-2 (0-2)

0-1: Zean Peetz Dalügge 33.

0-2: Marius Kryger Lindh 38.

1-2: Steffan A. Løkin 70.

2-2: Klæmint A. Olsen 73.

Dómari: Eiler Rasmussen

 

HB – ÍF 1-0 (1-0)

1-0: Sammy Skytte 34.

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

 

Víkingur

11

10

0

1

32

7

30

HB

11

10

0

1

23

7

30

10

8

0

2

20

7

24

NSÍ

11

6

1

4

22

16

19

B36

11

4

3

4

19

17

15

07 Vestur

11

4

2

5

14

22

14

Skála

10

3

1

6

13

18

10

EB/Streymur

10

1

1

8

10

19

4

B68

10

0

3

7

6

19

3

ÍF

11

0

3

8

9

36

3

 Í morgin

KÍ – B68: Rani A. Skaalum kl. 15.00

EB/Streymur – Skála: Rúni Gaardbo kl. 15.00