Ongi úrslit

Nú er Smyril á veg til Føroyar aftur

Áki Bertholdsen
11. oktober kl. 23:10

Eftir sjey vikur í dokk á Fayard skipasmiðjuni í Munkebo á Fjóni, og umfatandi umbyggingar- og ísetingararbeiðir hevur flaggskipið hjá Strandferðsluni, Smyril, nú aftur sett kós móti Føroyum.

Stórarbeiðir eru fingin frá hondini, sigur Niels Juel Arge, stjóri.

Bygt er upp í afturskipið og tvær síðuskrúvur eru settar í aftan, og eisini tríggir nýggir hjálpimotorar, sum eru meira enn tvær ferðir so stórur sum teir, ið vóru í. Og harumframt er nógv arbeiði gjørt í samband við 20 ára eftirlit.

Undan fráferðina úr Munkebo gjørdi Smyril royndarkoyringar av ymsum skipanum umborð. Nógvar skipanir blivu tiknar sundir og blivu síðani settar saman aftur og skuldu fáast at rigga, áðrenn full megi kundi setast á.

Fólk hjá Strandferðsluni, og fólk á skipasmiðjuni, stóðu á odda fyri stóru verkætlanina og tá ið tað var upp á tað mesta, arbeiddu eini 200 fólk upp á Smyril.

Hægsta talið av arbeiðsfólki, sum var umborð í senn, var eini 100. Talið av undirveitarum var umleið tíggju.

Manning av Smyrli, ið var við í dokk, taldi 24 fólk, íroknað báðar verkætlanarleiðararnar. Hin parturin av manningini, 32 fólk íalt, í vaktum, sigldu við Galaxy. 

– Hesar vikurnar hava verið rættiliga baldrutar hjá nógvum fólkum á Strandferðsluni, á sjógvi og á landi, men skulu øll eiga eina hjartans tøkk fyri innsatsin og uppbakningin”, sigur Niels Juel Arge, stjóri.

Í 2028 skal Smyril aftur í dokk, og tá verður størsta arbeiðið at skifta teir fýra høvuðsmotorarnar. Verkætlanin hesaferð hevði eina játtan upp á 120 milliónir krónur og tá er leigan fyri Galaxy tald við. Tørvurin á játtan verður áleið sami í 2028.

Smyril siglir væntandi sín fyrsta túr av Krambatanga týsmorgunin, sigur Strandferðslan.

 

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02