Ongi úrslit

Nú er lógarásett at eingin skal detta niðurímillum

Løgtingið samtykti í dag endaliga lógina, sum sigur, at fólk undir pensjónsaldur við demensi og teirra avvarðandi ikki longur kunna enda sum ósemjur millum landið og tað kommunala

Tjóðveldi
2. desember 2025 kl. 16:27

Fólk undir pensjónsaldur við demens, skulu ikki detta niður í millum skipanir hjá landi og kommunum.

Hesin málsetningurin er nú rokkin við 3. viðgerð í løgtinginum í dag.

- Í góðum samstarvi við kommunala geiran fingu vit gjørt tað soleiðis, at frá 1. januar 2026 skulu fólk undir pensjónsaldur við demensi og teirra avvarðandi ikki longur kunna enda sum ósemjur millum landið og tað kommunala. Nú hava kommunurnar ábyrgdina, sigur Eirikur í Jákupsstovu, ið til og við sunnudagin var landsstýrismaður í Almannamálum.

Hann sigur í somu viðmerking, at hetta er tað størsta, ið er rokkið á almannaøkinum farnu mánaðirnar.

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41