Undan 16. umfari varð tosað um, at hetta kanska fór at verða umfarið, tá ið tað aftur fór at verða evarska meiri spenningur í FM kappingini, enn tað higartil hevur verið – um tað ber til at tosa um kapping.
Meiri spennandi hevði tað verið, um Víkingur á heimavølli vann ímóti KÍ, og um HB í grannauppgerðini vann ímóti B36. Soleiðis tørnaði tað ikki út. Heldur var tað tvørturímóti.
KÍ vann 1-0 í Gøtu, og grannauppgerðin í Gundadali endaði 2-2.
Nú er munurin frá KÍ og aftur til NSÍ, sum eftir 6-2 sigur á útivølli ímóti TB, er næstfremst, 11 stig, og málmunurin hjá KÍ er væl frægari, enn hann er hjá NSÍ.
Tá ið KÍ í 16 umførum hevur vunnið seg 11 stig framum NSÍ og HB, so er eingin orsøk at rokna við, at klaksvíkingar í 11 teimum seinastu umførunum fara at missa 11 stig, og at NSÍ og HB fara at vinna fulla úrtøku.
Trý tey fremstu eiga innahýsis uppgerðir. 24. august – á 121 ára stovningardegnum hjá KÍ – hittast KÍ og HB í Klaksvík. Tað er í 20. umfari. Í 26. umfari, sum verður sunnudagin 19. oktober, hittast HB og NSÍ í Gundadali, og í 27. og seinasta umfari, sum verður leygardag 25. oktober, fær NSÍ vitjan av KÍ.
Um tað fer at ganga umleið soleiðis, sum tað higartil hevur gingið, so er tað sannlíkt, at KÍ verður meistari, áðrenn klaksvíkingar fara út til Runavíkar at taka ímóti FM steypinum.
Í hesi vikuni fara Víkingur, KÍ og NSÍ at spæla í Europa, meðan HB ikki fer í europeiska eldin fyrrenn í vikuni undan ólavsøku.
Tað ber ikki til at ímynda sær, at KÍ ikki verður meistari. Um tað skal verða veruleiki, sum tað ikki ber til at ímynda sær, at verður orsøkin, at KÍ verður heilt illa órógvað av luttøkuni í europeisku kappingini. Altso at fleiri av lyklaspælarunum verða skaddir, ella at tað fer at ganga heilt væl, og at fokus verður flutt frá heimligu kappingini. KÍ hevur dubbað seg til altjóða luttøkuna við at keypa fleiri spælarar. Hópurin er breiður, so tað fer neyvan at tørna soleiðis út, sum vánaligasta stresstestin kanska kundi lagt upp til.
Í botninum gjørdi FC Suðuroy ein vørr við 4-3 sigri á heimavølli ímóti 07 Vestur. FC Suðuroy hevur ikki skorað fýra mál í bestu deildini síðani 27. september í 2015, tá ið FC Suðuroy vann 5-2 á heimavølli ímóti ÍF, veit FaroeSoccer at siga.
Hetta umfarið var annars merkisvert av, at bæði B68 og HB megnaðu at reisa seg, eftir at mótstøðuliðið var frammanfyri við tveimum málum. HB var aftanfyri 2-0 og við 10 ímóti 11 ímóti B36, og kortini endaði tað 2-2. Harvið er André Olsen framvegis ósigraður sum HB venjari.
Á nýggja graslíkinum á Svangaskarði var EB/Streymur frammanfyri 2-0, inntil tað restaðu 10 minuttir. So svaraði B68 aftur, og tað endaði 2-2.
Víkingur – KÍ 0-1 (0-0)
0-1: Daniel Johansen 64.
Dómari: Jákup Øssursson Mohr
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Árni Nóa Atlason, Sølvi Vatnhamar, Stefan Radosavljevic (Ragnar Skála, 77.),– Poul Kallsberg, Jørgen Nielsen (Jákup Johansen, 76.), Olaf Bárðarson (Aron Jarnskor Ellingsgaard, 76.)
Gult kort: Arnbjørn Svensson
KÍ: Mads F. Jensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gaston Nicolas Tellechea, Daniel Johansen – Árni Frederiksberg (Gilli Rólantsson Sørensen, 90.), Hallur Hansson (Filip Brattbakk, 60.), Jákup B. Andreasen (Deni Pavlovic, 86.), René Shaki Joensen – Páll A. Klettskarð, Patrik Johannesen (Dávid B. Andreasen, 86.)
Gult kort: Gaston Nicolas Tellechea, Deni Pavlovic
B68 – EB/Streymur 2-2 (0-1)
0-1: Búi Egilsson 20.
0-2: Boubacar Dabo 46.
1-2: Hanus Højgaard 79.
2-2: Magnus Holm Jacobsen 85.
Dómari: Høgni Madsen
B68: Rssmus Nilsson – Fríði í Túni Petersen, Aleksandur Ó. Jensen, Aron Reinert Hansen, Bárður Ó. Jensen – Marjus Nón, Hanus Højgaard, Jákup N. Vilhelmsen, Djóni Samuelsen – Emmanuel Kulego – Sebastian Lau Nielsen
EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Meinhard D. Geyti, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Símun Kalsø, Virgar Jónsson – Gutti Dahl-Olsen, Mórits Heini Mortensen, Tóki H. Johannesen, Boubacar Dabo – Búi Egilsson
B36 – HB 2-2 (0-0)
1-0: Pætur J. Petersen
2-0: Hannes Agnarsson
2-1: Jonas Enkerud
2-2: Emil G. Pedersen
Dómari: Alex Troleis
B36: Silas Eyðsteinsson – Símun Sólheim, Bogi Reinert-Petersen, Mattias Weihe Joensen, Rói Hansen – Marius Kryger Lindh, Mattias Hellisdal, Jógvan Kárason Gullfoss, Ragnar Samuelsen, Hannes Agnarsson – Pætur J. Petersen
HB: Bjarti Vitalis Mørk – Ási P. Dam, Bartal Wardum, Heðin Hansen, Lassana Faye – Heini Sørensen, Noah Mnenéy, Sammy Skytte, Dan í Soylu – Emil G. Pedersen, Jákup L. Thomsen
TB – NSÍ 2-6 (0-4)
0-1: Klæmint A. Olsen
0-2: Michal Przybylski
0-3: Aron Knudsen
0-4: Emil Weihe Joensen
0-5: Aron Knudsen
0-6: Jann J. Benjaminsen br
1-6: Nikolei Johannesen
2-6: Mohamed Samba
TB: Anders Tønnesen – Torkil Holm, Bartal Einarsson Petersen, Nikolei Johannesen, Tummas Pauli Christiansson – Mohamed Samba, Joel Sundstrøm, Aron Arnholdsson, Mattias Djurhuus, Eyðtór Eyðsteinsson Joensen – Jóhan Renéson Thomsen
NSÍ: Kristian Joensen – Jann J. Benjaminsen, Daniel Obbekjær, Lars Markmanrud, Fabian Ness – Emil Weihe Joensen, Beinir Nolsøe, Brandur H. Olsen – Jasper Van Der Heyden, Klæmint A. Olsen, Aron Knudsen
FC Suðuroy – 07 Vestur 4-3 (1-1)
0-1: Mikkel Elbæl Jakobsen 20.
1-1: Dánjal Godtfred 41.
2-1: Eliasu Champang 54.
3-1: Fríði Holm 67.
3-2: Nicolai Dohn 76.
4-2: Teit Hjelm 82.
4-3: Tobias Giusti 90.
Dómari: Dagfinn Forná
FC Suðuroy: Rasmus Olsen – Hunter Bell, Jimmy Abdul, Dánjal Godtfred, Emmanuel Andorful – Pætur Augustinussen, Salmundur Bech, John Villi Leo Wøldike, Olaf Godtfred – Fríði Holm, Eliasu Champang
07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Silas Gaard, Jónas Prior, Dann Fróðason, Sonni Ragnar Nattestad, Jóannis á Steig –Nicolai Dohn, Filip Drinic, Mikkel Elbæk Jakobsen – Tobias Giusti, Jonathan Flensborg
KÍ | 16 | 15 | 1 | 0 | 52 | 8 | 46 |
NSÍ | 16 | 11 | 2 | 3 | 64 | 21 | 35 |
HB | 16 | 11 | 2 | 3 | 38 | 27 | 35 |
B36 | 16 | 7 | 4 | 5 | 27 | 24 | 25 |
Víkingur | 16 | 7 | 3 | 6 | 20 | 16 | 24 |
EB/Streymur | 16 | 6 | 4 | 6 | 17 | 27 | 22 |
B68 | 16 | 5 | 3 | 8 | 22 | 34 | 18 |
FC Suðuroy | 16 | 3 | 0 | 13 | 12 | 42 | 9 |
07 Vestur | 16 | 2 | 1 | 13 | 20 | 34 | 7 |
TB | 16 | 1 | 4 | 11 | 14 | 53 | 7 |
Máltindurin | |
Klæmint A. Olsen NSÍ | 18 |
Páll A. Klettskarð KÍ | 13 |
Árni Frederiksberg KÍ | 10 |
Brandur Hendriksson Olsen NSÍ | 10 |
Patrik Johannesen KÍ | 10 |
Petur Knudsen NSÍ | 10 |
EUROPA
Europa Champions League
Týsdagin 8. juli
Víkingur – Lincoln Red Imps Gibraltar í Klaksvík: Lothar D'hondt úr Belgia kl. 19.00
Europa Conference League
Hósdagin 10. juli
SJK – KÍ í Seinajoki í Finnlandi: Johann Ingi Jonsson úr Íslandi kl. 17.00
NSÍ – HJK Finnland í Klaksvík: Karl Koppel úr Estlandi kl. 19.45
umfar
28. juli – ólavsøkuaftan
B36 – TB
Leygardagin 2. august
07 Vestur – Víkingur
Sunnudagin 3. august
EB/Streymur – KÍ
B68 – NSÍ
FC Suðuroy – HB