Ongi úrslit

Nú ber til hjá Kaj Leo at fara á røðarapallin

Í løgtinginum verður nú skipað so fyri, at fólk í koyristóli kunnu fara á røðarapallin

Jonhard Hammer
Í gjár kl. 13:44

Fyri stuttum boðaði Kaj Leo Holm Johannesen frá, at hann nú fer aftur í løgtingið. Hann hevur síðstu nógvu mánaðirnar verið í farloyvi frá tingarbeiðnum. Orsøkin er tann, at hann hevur verið undir endurvenjing, nú likamligi førleikin er so mikið skerdur, at hann situr í koyristóli.

Fyri stuttum tók Kaj Leo Holm Johannesen stig til at stovna felagið Koyristólur – skerdur førleiki. Felagið hevur longu nógvar limir, og í dag hevur Kaj Leo Holm Johannesen lagt mynd á facebokk vanga sín, sum vísir, at umstøðurnar í løgtingssalinum nú verða skipaðar soleiðis, at tað ber til hjá teimum, sum sita í koyristóli, at fara á røðarapallin.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

23 tímar síðan

STRIKA GJALDIĐ Á TÓM HÚS

9. mars kl. 19:42

Stefan gevst í Sarpugerði

7. mars kl. 19:36