Ongi úrslit

NSÍ tekur seg nærri toppinum

Meðan KÍ í trimum teimum síðstu dystunum hevur vunnið fimm stig, so hevur NSÍ vunnið níggju stig

Jóannes Hansen
Í gjár kl. 23:10

Tað endaði við málleysum javnleiki, tá ið KÍ í kvøld hevði vitjan av Víkingi í síðsta dystinum í 22. umfari.

KÍ er framvegis topplið, og KÍ er framvegis favorittur at vinna FM, men seinastu umførini er munurin millum toppliðið og NSÍ, sum er næsti avbjóðarin, av álvara minkaður.

Í trimum teimum seinastu umførunum hava úrslitini hjá NSÍ verið 3-1 á heimavølli ímóti FC Suðuroy og á útivølli ímóti EB/Streymi og 3-0 á heimavølli ímóti TB. NSÍ hevur vunnið 9 stig við málmuninum 9-2.

Í trimum teimum seinastu umførunum hava úrslitini hjá KÍ verið 0-0 á heimavølli ímóti bæði HB og Víkingi og 2-0 á útivølli ímóti FC Suðuroy. KÍ hevur vunnið 5 stig við málmuninum 2-0.

KÍ hevur 57 stig fyri 21 dystir, og NSÍ hevur 51 stig fyri 22 dystir. KÍ eigur útsettan dyst ímóti EB/Streymi, sum verður mikukvøldið í næstu viku.

Skráin hjá teimum báðu fremstu liðunum fram til kappingarlok sær soleiðis út:

KÍ: EB/Streymur (h), EB/Streymur (ú), B68 (ú), 07 Vestur (ú), TB (h) og NSÍ (ú)

NSÍ: B68 (ú), 07 Vestur (ú), B36 (h), HB (ú) og KÍ (h)

Fyrsta ábendingin um, hvussu tað fer at tørna út, fæst næstu stóru vikuna. Fríggjakvøldið fer NSÍ út á Toftir, og sunnudagin og mikudagin fara KÍ og EB/Streymur at spæla – fyrst í Klaksvík og síðani í Hólmanum á Eiði.

Í 27. og síðsta umfari, sum verður leygardagin 25. oktober, fær NSÍ vitjan av KÍ. Um úrtøkan hjá teimum báðum fremstu næstu umførini verður, sum hon hevur verið trý tey seinastu umførini, so er tað møguleiki fyri finalu um FM í síðsta umfari.

 

 KÍ – Víkingur 0-0

Dómari: Alex Troleis

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gaston Nicolas Tellechea, Daniel Johansen – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Jákup B. Andreasen, René Shaki Joensen – Páll A. Klettskarð, Patrik Johannesen

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Ingi Arngrímsson, Arnbjørn Svensson, Bergur Gregersen – Jákup Johansen, Arnór Brandsson, Ragnar Skála – Sølvi Vatnhamar Jørgen Nielsen

21

18

3

0

68

10

57

NSÍ

22

16

3

3

80

27

51

HB

22

15

4

3

54

33

49

Víkingur

22

9

7

6

32

25

34

B36

22

9

5

8

33

35

32

EB/Streymur

21

6

6

9

22

37

24

B68

22

6

5

11

28

48

23

07 Vestur

22

4

1

17

27

41

13

FC Suðuroy

22

4

1

17

20

59

13

TB

22

2

5

15

22

71

11

23. umfar

Fríggjadagin 19. september

B68 – NSÍ: Joona Manninen kl. 18.30

Leygardagin 20. september

HB – FC Suðuroy: Jákup Øssursson Mohr kl. 17.00

Sunnudagin 21. september

KÍ – EB/Streymur kl. 15.00

Víkingur – 07 Vestur kl. 15.00

TB – B36 kl. 14.15

Mest lisið hesa vikuna

Hetta skulu suðuroyingar aldrin uppliva aftur

13. sepember kl. 15:42

Ávaring frá løgregluni: Fuglfirðingar skulu lata vindeyga og hurðar aftur

12. sepember kl. 18:10

Charlie Kirk er skotin

10. sepember kl. 21:00

Marta Ellefsen og floksfelagar sleppa ikki úr hotellinum

11. sepember kl. 21:55

Sambandið suður um landið sveik aftur í dag

10. sepember kl. 16:45

Nú er at skunda sær at hamstra!

10. sepember kl. 20:20