NSÍ hevur skrivað undir sáttmála við svenska Filip Drinic. 22 ára gamli svenski miðverjin hevur skrivað undir ein eitt ára sáttmála við felagið.
Filip leikti í fjør við 07 Vestur, har hann tilsamans fekk 26 dystir og 1 mál. Áðrenn Filip kom til Føroyar í fjør, hevur hann spælt í 3. bestu og 2. bestu deildini í Svøríki, har hann hevur verið í feløgum so sum Örebro Syrianska IF og Skovde AIK.
Filip er ein kropssterkur leikari, ið ikki er bangin fyri at fara í takklingar. Samstundis dugir hann væl at lesa spæli av og er róligur á bóltinum.
Vit í NSÍ fegnast um, at Filip kemur at spæla við okkum, og vit bjóða honum hjartaliga vælkomnan í felagið, skrivar NSÍ.
NSÍ skrivar undir við svenskan verjuspælara NSÍ skrivar undir við svenskan verjuspælara
Í fjør var hann álit í verjuni hjá 07 Vestur
NSÍ
2 tímar síðan
Mest lisið hesa vikuna
Ársins Brita 2026
Í gjár kl. 19:39
Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk
3. mars kl. 17:59
Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin
3. mars kl. 22:45
Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari
4. mars kl. 09:45
Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!
13 tímar síðan
Fólkaflokkurin stillar 14 valevni upp í Havn
3. mars kl. 21:18
Leys størv
Kunngerðir
Aðalfundur
Árligi aðalfundurin hjá Reyða Krossi Føroya verður sunnudagin 22. mars kl 15.00
Høli til leigu
Hølini í Sverrisgøtu 7 verða við hesum lýst til leigu frá 1. mai 2026.
Kunngerð um val til Fólkatingið
Kunngerð um val til Fólkatingið í Føroyum týsdagin tann 24. mars 2026
Bekendtgørelse om afholdelse af valg til Folketinget
Bekendtgørelse om afholdelse af valg til Folketinget på Færøerne
tirsdag den 24. marts 2026