Ongi úrslit

NSÍ hevur hug at stiga seg framúr

Í hesum umfarinum vóru tað bara tveir favorittar, ið megnaðu tað var roknað við, meðan tríggir meiri og minni dumpaðu, og AB var um reppið at koppa KÍ

Jóannes Hansen
2 tímar síðan

Hesa vikuna er tað mentanarvika í Runavíkar kommunu. Ítróttur er stórur partur av mentanini, og tað er øll orsøk til gott fótbóltslag í Runavíkar kommunu.

Í kvøld varð heimadysturin ímóti EB/Streymi partur av margfaldu skránni fyri mentanarvikuni.

Og tað var góður inngangur, tí NSÍ vann 1-0 ímóti EB/Streymi, og tá ið hini úrslitini lagaðu seg NSÍ til fyrimunar, ber tað við sær, at NSÍ nú við 16 stigum er fýra stig frammanfyri bæði KÍ og B36.

Tað stóð nógv á, men loksins eydnaðist tað. NSÍ skoraði 1-0 sigursmálið ímóti EB/Streymi, tá ið klokkan vísti 97 minuttir. Málskjútti var Michal Przybylski, sum varð skiftur inn, tá ið ein stórur tími var farin.

At EB/Streymur megnaði so væl at verja bar við sær, at NSÍ venjarin skifti tríggjar spælarar út. Saman við Michal Przybylski komu Brandur H. Olsen og Markus Klein Danielsen á vøllinum. Men leingi segði søgan  tað sama. EB/Streymur, sum fyri fáum døgum síðani legði rygg til 7-1 tap á heimavølli í steypadystinum ímóti júst NSÍ, var støðugt væl skipað í verjuspælinum, og av og á hótti EB/Streymur í álopsstøðu. Eitt nú megnaði Thomas Bjørn Miezan fleiri ferðir av álvara at bjóða av.

Tíggju minuttir undan leikloki sá Búi Egilsson gula kortið fyri aðru ferð, og tað vísti seg at hava avgerandi týdning, at EB/Streymur í meiri enn eitt korter var undirmannað. Trýstið á málið hjá gestunum øktist støðug, og tað var fleiri ferðir um reppið, at heimaliðið skoraði, men Jóannes Davidsen var ein knassi millum stólparnar.

Og so var tað eftir 97 minuttir, at Michal Przybylski við høvdinum stýrdi bóltin í málið eftir framlegging frá Peturi Knudsen í vinstru og til handara stólpa.

Tá ið Jóhan Hendrik Ellefsen bríkslaði fyri síðstu ferð, vísti máltalvan á Argjum 1-1. Og tað vóru teir á heimaliðnum, sum vóru vónbrotnir, tí inntil í evstu løtu vóru tað uppflytararnir, sum vóru á sigurskós og harvið vóru um reppið at vera teir fyrstu at koppa KÍ, síðani Magnus Powell næstsíðsta vetur tók við sum KÍ venjari.

Obule Sunday Moses skoraði miðskeiðis í fyrra hálvleiki at skora 1-0 málið, tá ið hann var leysur mitt fyri málinum eftir fínt álop og innlegg, sum Luca Ørsted Thorstensen í høgru tók sær av.

AB spældi við stórum ágrýtni og sjálvsáliti, og inntil tað bara restaði ein løta, so megnaðu teir ofta at pressa favorittarnar frammarlaga á vøllinum.

KÍ hevur higartil í ár ikki verið í tí útgávuni, sum teir í fjør vunnu greipuna í. Og í kvøld var tað lítið sannførandi. Talan var um nógvar óneyvar sendingar, verjuspælið var ikki soleiðis, sum tað plagdi at vera, og so er tað øgiligur saknur, tá ið hvørki Patrik Johannesen ella Páll A. Klettskarð eru tøkir. Tað var væl minni broddur í fremstu røð, enn tað plagar at vera.

Og tá ið KÍ venjarin royndi seg við útskiftingum, og tað ein innskiftari, sum eftir 99 minuttir syrgdi fyri, at eitt stig er í viðførinum av Argjum og norður til Klaksvíkar.

Árni Frederiksberg átti innleggið úr høgru, og Deni Pavlovic, sum varð skiftur inn í álopið, toygdi seg og stýrdi við høvdinum bóltin framvið fína AB málverjanum og dygst inn við handara stólpa.

Tað var ein góður túrur hjá B36 á Dungasandi í Sørvági í kvøld.

Í viðførinum aftur til Havnar er 1-0 sigur, og tá ið HB tapti í gjárkvøldið, og AB og KÍ í kvøld bara vunnu eitt stig, so tók B36 seg fram á heiðursmerkjapláss. Tað er bara málmunurin, ið er munurin millum KÍ, sum er næstfremst, og so B36.

B36 1-0 sigursmálið varð skorað í 73. minutti. Málskjútti var Ragnar Samuelsen, sum eftir innlegg úr høgru og úr stuttari fjarstøðu prikaði bóltin í málið. B36 gjørdi tvær skiftingar, tá ið ein tími var farin. Umframt Ragnar Samuelsen var Gilli Samuelsen skiftur inn, og tað var Gilli Samuelsen, sum átti innleggið úr høgru, ið bar sigursmálið við sær.

Teir á heimaliðnum vístu góðan hugburð, og tað kundi havt koppað 07 Vestur til fyrimunar, tí heimaliðið spældi seg til góðar málmøguleikar, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin framvið Silasi Eyðsteinsson, sum í kvøld fór av vøllinum fyri fjórðu ferð í ár, uttan at mótstøðuliðið fekk bóltin í málið aftanfyri hann.

Á Skála endaði tað málleyst, tá ið Víkingur var á vitjan. Hetta var aðru ferð á rað, at Skála vann stig. Fyrra ferðin var, tá ið tað í Gundadali ímóti B36 endaði málleyst.

Hóast tað undir Mýruhjalla endaði málleyst, so var talan um lívliga og hendingarríka uppgerð, og tað vóru møguleikar í báðum endum, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin framvið Hans Jákup Arngrímsson í heimamálinum og Bárði á Reynatrøð í málinum hjá Víkingi.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

2 tímar síðan

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Nógv havnarfólk hava havt vitjan av løgregluni í nátt

16. apríl kl. 07:41

Haldi tykkum burtur

17. apríl kl. 20:02

Tað kann kosta bilføraranum koyrikortið

15. apríl kl. 07:43