Ongi úrslit

Novembur var kaldari - men turrari enn vanligt

Myndin er frá Veðurstovuni. Hetta er ein mynd, Finn Johannessen hevur tikið úr Hvannadali í Vági
Áki Bertholdsen
16. desember kl. 15:26

Novembur mánaðurin í ár hevur verið skiftandi til veður - men hann ikki so langt frá tí, sum kundi væntast av seinasta heystarmánaðinum í árinum.

Tað sigur Veðurstovan, sum hevur gjørt veðrið upp fyri novembur í ár.

Nakrir illfýsnir dagar hava verið, og summi hava sagt, at veðrið hevur verið verri enn vit eru von við í novembur.

Tøkini vísa, at miðalhitin í Havn var 5,3 stig í novembur í ár og tað er eitt vet kaldari enn miðalhitin fyri novembur aftur til 1990, tí hann er 5,7 stig.

Heitasti novembur mánaði, sum hevur verið síðani veðurmátingar byrjaðu í Havn í 1872, var í 2022, tá ið hann var 8,4 stigum. Tann kaldasti novembur var í 2019, tá ið miðalhitin var 4,4 stig.

Men sum heild var tað heitari aðrastaðni í landinum og heitast var í Akrabergi, har miðalhitin var 6,1 stig í novembur.

Yvirhøvur var tað rættiliga lýtt kring alt landið tað fyrstu vikuna í novembur, Mátarin í Fugloy kom upp á 12,2 stig, og mátarin á Akrabergi vísti 12,1 stig, sum er rættiliga heitt fyri árstíðina. Tað heitasta, sum er mált í novembur, var í 1872, tá ið hitin kom upp á 15,7 stig onkran dag í novembur.

Kaldasta mátingin í Havn farna mánaði, var 20. novembur. Tá vórðu 2,8 kuldastig. Tað kaldasta, sum er mált í Havn í novembur, eru 8,4 kuldastig.

Í novembur regnaði tilsamans 119,4 mm í Havn og tað er væl turrari enn bæði á Eiði har avfallið var 151.0 mm og í Fugloy har tað var 209.4 mm.

Tølini fyri Havnina aftur til 1990 vísa eitt miðalavfall upp á 145,3mm og miðal fyri árini aftur til 1890 er 144,1 mm.

Eftir hesum er novembur í ár nakað turrari enn miðal. Turrasta novembur, sum er máldur, var avfallið 41.5 mm men vátasti mánaðin vælsignaði Havnina við 297,7mm, og hendi tað í 2011, sigur Veðurstøðin.

Í miðal fyri var vindurin í novembur ímillum lot og frískt lot á øllum veðurstøðunum.

Tað var bara á Eiði og á Akrabergi, at vindurin var oman fyri 20 metrar um sekundið, men var tað bara í heilt einstøkum føri.

Okkurt nosið var í novembur, har hvirlurnar rukku upp um hvassan storm, og tað var einahelst í landnyrðingsveðrinum tann 11-12 novembur, at tær harðastu hvirvlurnar vórðu máldar. Men eisini norðan nosið 27. og 28. novembur hevði harðar hvirvlur á øllum støðum.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

Í gjár kl. 10:30

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

Í gjár kl. 16:27

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Løgreglumaður sligin - vilja tryggja sær at maðurin ikki rýmir

14. desember kl. 09:17