Ongi úrslit

Norskur sangfuglur við einglarødd hevur konsert í Løkshøll

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

– Loksins vitjar hon aftur! Norski sangfuglurin við tí kláru og einglakendu røddini.

Soleiði taka tey í Løkshøll til, nú norski sangarin, Sissel Kyrkjebø, fer at hava konsert í Løkshøll.

Í 1991 bergtók hon okkum øll, tá ið hon sang Tíðin rennur sum streymur í ár, saman við føroyskum kórsangarum.

Og í apríl næsrta ár stendur hon so á pallinum í Løkshøll og hon verður høvuðsnavnið, tá ið mentanarvikan verður í Runavík.

– Vit kunnu vænta okkum eina gandakenda konsert, har røddin og tónleikurin flytir seg frá tí vakra og eleganta til tað óslípaða og ráa, siga tey í Løkshøll.

– Sissel er kend fyri sína blíðu og fjálgu medferð á pallinum og fyri røddina, sum fer beint í hjartað hjá áhoyrarunum.

Skráin fevnir um bæði kendar klassikarar og nýggjari sangir, sum flyta seg tvørtur um ymisku tónleikamørkini.

Konsertin í Løkshøll verður leygarkvøldið 25. apríl.

Mest lisið hesa vikuna

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Næsta sparingin skal verða at niðurleggja føroyskar sendistovur uttanlands

20. november kl. 09:53