Norski oljugrunnurin fer í næstu viku, at kunngera broytingarnar av teirra handfaring av íløgum í Ísrael.
Tað segði norski fíggjarmálaráðharrin, fyrrverandi NATO-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, fríggjadagin, sambært Reuters.
- Eg síggi fleiri átøk við tíðini, men tað, sum má avgreiðast skjótt, skal gerast skjótt, sigur hann.
Hann avsannar tó, at grunnurin, sum hevur ognir fyri nærum 1300 milliardir krónur, heilt fer at taka seg úr Ísrael.
Í vikuni varð fíggjarmálaráðharrin Jens Stoltenberg, konfronteraður um íløgurnar hjá norska oljugrunninum í fyritøkur, sum vinna á krígnum í Gaza.
Mánadagin skjalprógvaði Aftenposten, hvussu norski oljugrunnurin, eftir at Gaza-kríggið brast á, hevur keypt seg inn í eitt ísraelskt felag, sum viðlíkaheldur bumbuflogførini hjá Ísrael.
Týsdagin greiddu VG, E24 og Aftenposten frá íløgum í enn einum felag, sum vinnur av Gaza-stríðnum og framleiðir myndatól til nýtslu í dronum.
Men Stoltenberg hevur, eins væl og Jonas Gahr Støre, sagt at teir kunnu vissa øll um, at oljugrunnurin ikki hevur gjørt íløgur í fyritøkur, sum stuðla undir brot á altjóða lóg ella vápn, sum drepa palestinsk sivilfólk, skrivar VG.no