Ongi úrslit

Norsk kanning: Veðurlagsbroytingar og hægri hitastig økja trýstið á laksaaling

Veðurlagsbroytingar gera bæði aldan og villan laks meira sárbaran og økja samlaða umhvørvisváðan. Tað vísir ein nýggj og sera umfatandi frágreiðing frá norska Havforskningsinstituttet.

Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Frágreiðingin peikar á, at hægri hitastig, minni súrevni og fleiri hitabylgjur í sjónum fara at skapa verri liviumstøður í alingini. Hetta kann føra til meira sjúku, hægri deyðleika og størri trýst á vistfrøðina.

Hægri hitastig raka laksin beinleiðis

Havhitin hækkar, og tað hevur beinleiðis ávirkan á aldan laks. Laksur veksur best við 10–14 stigum, men vøkstur og matarlyst minka nógv, tá hitin nærkast 18–19 stigum. Yvir 20 stig etur fiskurin ikki, og longri tíð við meira enn 22 stigum kann økja deyðleikan.

Samstundis minkar súrevnið í vatninum, tá hitin hækkar. Hettar tyngjur tvífalt: fiskurin hevur tørv á meira súrevni, men fær tó minni. Hetta økir um vandan fyri strongd, sjúku og verri trivnaði.

Meira lús og sjúka

Heitari sjógvur gevur eisini betri liviumstøður hjá lús, sum undir heitari umstøðum mennist skjótari og smittar meira. Tað merkir, at fleiri avlúsingar kunnu gerast neyðugar.

Meiri handfaring, saman við hægri hita og minni súrevni, kann økja munandi um deyðleikan hjá fiskinum. Samstundis kann smitta eisini raka villan fisk meira.

Størri vandi fyri umhvørvið

Veðurlagsbroytingar kunnu eisini økja um umhvørvisárin frá aling. Minni útskifting av vatni í firðum kann føra til uppsamling av evnum sum føðievni, leivdir av heilivági og eiturevni.

Samstundis økist vandin fyri rýming, tí meira ódnarveður og harvið eisini meira arbeiði við aliringarnar gera støðuna meira ótrygga. Rýmdur fiskur kann eisini ávirka villar stovnar og veikja hesar arvafrøðiliga.

Frágreiðingin frá Havforskningsinstituttet staðfestir, at veðurlagsbroytingar økja nógv um teir trupulleikar, sum longu eru í alingini. Samlaða úrslitið er ein øktur vandi fyri bæði aldan fisk, villan fisk og havumhvørvið.

Frágreiðingin “Effekten av klimaendringer på risiko for dårlig dyrevelferd og negative miljøeffekter av fiskeoppdrett – kunnskapsstatus” kann lesast her: https://www.hi.no/hi/nettrapporter/rapport-fra-havforskningen-2026-20 

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

20. apríl kl. 22:35

Halda at tað er pallsett

22. apríl kl. 18:30

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

22. apríl kl. 11:50

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

21. apríl kl. 09:00

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

21. apríl kl. 11:10

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

Í gjár kl. 10:23