Aftur í ár hevur norðurlendskt summarskeið verið á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Í tríggjar vikur hava 18 lesandi úr Norðurlondum lært føroyskt mál og kunnað seg við føroyskar bókmentir.
Talan er um afturvendandi summarskeið, ið kallast Nordkurs, og sum samstarvandi universitet í Norðurlondum skipa fyri. Skeiðið varir neyvt 3½ viku og endar við próvtøku.
Endamálið við Nordkurs er at geva mál- og bókmentalesandi í Norðurlondum møguleika fyri at vitja universitet og lesa mál í grannalondunum. Fleiri enn 300 lesandi luttaka hvørt ár. Á skeiðinum er vanligt at fara útferðir og vitja søvn. Á myndini síggjast tey 18 nordkurs-lesandi við Gjógv.
Iben Nyholm Debess umboðar Fróðskaparsetrið í Nordkurs. Uni Johannesen og stendur saman við Lenu Reinert fyri tí mesta av undirvísingini. Onnur starvsfólk á Føroyamálsdeildini halda fyrilestrar og hava framløgur. Nordkurs verður fíggjað av Norðurlendska Ráðharraráðnum.
Lesið meira um Nordkurs her