Úrslitið eftir skatt í 2025 var eitt avlop upp á 30,2 mió. kr. samanborið við 47,9 mió. kr. árið frammanundan.
Lægri rentustøði og stakútreiðslur eru høvuðsorsøkirnar til lækkingina í úrslitinum. Samanumtikið er leiðslan nøgd við gongdina í 2025.
Hóvligur vøkstur
Útlánini øktust úr 2.248 mió. kr. upp í 2.349 mió. kr., sum svarar til ein vøkstur upp á 101 mió. kr. ella 4,5%.
Innlánini øktust úr 2.729 mió. kr. upp í 2.982 mió. kr., sum svarar til ein vøkstur upp á 253 mió. kr. ella 9,3%.
Ábyrgdarpeningurin var 38,1 mió. kr. við árslok 2025 og er á sama støði sum árið fyri. Mælt verður til, at ábyrgdarpeningurin verður rentaður við 5% í 2025, og miðað verður eftir somu rentu í 2026.
Grundrakstur
Tá sæð verður burtur frá virðisjavnan og niðurskrivingum, var grundraksturin hjá sparikassanum 34,6 mió. kr. í 2025, ið verður mett at vera nøktandi.
Gjaldføri og kapitalur
Sparikassin hevur framvegis gott gjaldføri og góðan kapital.
Lyklatalið fyri gjaldførið var 401% í mun til lógarkravda gjaldførið á 100%.
Kjarnukapitalurin var 30,2% í mun til samlaða kapitalkravið á 21,5%. Harvið var kapitalyvirdekningurin 8,7%-stig, ið svarar til umleið 121 mió. kr.
Ársfrásøgnin: TRÝST HER
