Ongi úrslit

Nordic Saxophone Festival 2025 í Tórshavn

Ragnar Sjurðarson
9. apríl kl. 21:35

Í døgunum 12. til 16. apríl verður Nordic Saxophone Festival hildin í Tórshavn. Hetta er fyrstu ferð, at festivalurin verður hildin í Føroyum. Øll tiltøk eru almenn og við ókeypis atgongd.

Festivalurin hevur verið hildin á hvørjum ári síðani 2011 og hevur sum endamál at savna saksofonleikarar úr norðurlendsku londunum. Sermerkandi fyri festivalin er fokusið á kamartónleik. Luttakararnir verða settir saman í bólkar, sum í felag arbeiða við tónleiki ígjøgnum vikuna. Úrslitið av arbeiðinum verður framført á ymsu konsertunum í festivalinum.

Í ár verða 45 saksofonleikarar við á festivalinum. Teir koma m.a. úr Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi, umframt úr Argentina, Spania, Italia og Bretlandi.

Í sambandi við festivalin verður samstarv við Aldubáruna, og harafturat eru trý nýggj verk bíløgd frá føroyskum tónaskøldum. Hesi verða frumframførd á festivalinum. Tónaskøldini eru Teitur, Kristian Blak og Atli K. Petersen.

Konsertir og framløgur verða hildnar í Hátúni, Reinsarínum, Norðurlandahúsinum og Havnar Kirkju.

Skráin fyri festivalin

12. apríl

  • 11.30: Stockholm Saxophone Quartet – Havnar Kirkja

  • 19.30: Music from Home – Hátún

13. apríl

  • 13.30: Framløga um Rascher við Kasper Hemmer Pihl – Tinnan

  • 19.30: Aldubáran x Nordic Saxophone Festival – Hátún

  • 21.30: Late Night Concert – Reinsaríið

14. apríl

  • 13.30: Jutlandia Saxophone Quartet – Hátún

  • 19.30: Faroe Unfolded – Hátún

15. apríl

  • 13.00: Panelkjak – Hátún

  • 19.30: Nordic with a Twist – Hátún

16. apríl

  • 12.00: Echoes of the North – Norðurlandahúsið

  • 19.30: Grand Finale – Hátún

Mest lisið hesa vikuna

Fyrrverandi føroyskur IDF-hermaður: Ísrael hevur onki val

Í gjár kl. 21:56

Sluppu væl frá einum sermerktum ferðsluóhappi

14. juli kl. 07:54

Veðrið komandi dagarnir

13. juli kl. 13:56

Gamal kenningur verður aftur at síggja í Sarpugerði

5 tímar síðan

Kraftigur jarðskjálvti var í Spania í morgun

14. juli kl. 20:04

Henrik Old: Frælsið hjá einstaka føroyinginum má koma í fyrstu røð

Í gjár kl. 21:56