Føroyskir granskarar hava fingið tilsamans 3 mió. kr. í stuðli frá NordForsk til tríggjar ymiskar granskingar- og samstarvsverkætlanir.
Størsta játtanin er til Máltøknidepilin á Fróðskaparsetrinum. Barbara Scalvini og Iben Nyholm Debess, granskarar á Máltøknideplinum fáa umleið 2,2 mió. kr. til eina verkætlan um skynsama nýtslu av vitlíki. Hendan verkætlanin verður stýrd av Keypmannahavnar Universiteti. Les meira um verkætlanina her
Granskarar á tveimum føroyskum granskingarstovnum hava harumframt fingið tilsamans 796.000 kr. til at luttaka í eini verkætlan um norðurlendskt granskingarinfrakervi, sum er stýrd av tveimum universitetum úr Noregi. Jóhannus Kristmundsson, adjunktur á Náttúruvísindadeildini, og Regin Fjallsbak, KT-leiðari, á Fróðskaparsetrinum, hava fingið slakar 500.000 kr. Noomi Gregersen, ph.d., leiðari í Heilsustýrinum, hevur saman við fimm øðrum starvsfólkum fingið umleið 300.000 kr.
Verkætlanin, sum Fróðskaparsetrið er við í, kallast Nordic-Baltic Dataverse Hub.Her eru 17 luttakarar frá 6 stovnum úr 6 londum við.
Verkætlanin, sum Heilsustýrið er við í, kallast The Nordic Biobank Network. Her eru 35 luttakarar frá 13 stovnum úr 6 londum við.
Fleiri umsóknir verða játtaðar
NordForsk, ið er granskingarstovnurin hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum, hevur játtað munandi fleiri umsóknir úr Føroyum, eftir at Føroyar gjørdust fullgildur limur í NordForsk fyri skjótt trimum árum síðani.
Arne Flåøyen, stjóri í NordForsk, hevur júst verið á vitjan í Føroyum fyri at kunna um arbeiðið í NordForsk. Hann heldur, at limaskapurin hevur gjørt Føroyar meira sjónligar.
- Tað hevur gjørt stóran mun, at Føroyar nú eru fullgildur limur. Granskarar aðrastaðni síggja Føroyar betur, og føroyingar verða bodnir við í partaløg nógv fyrr í tilgongdini enn áður, sigur hann.
Útboðini hjá NordForsk snúgva seg ofta um evni, sum eru viðkomandi á okkara leiðum, og sum føroyskir granskarar arbeiða við. Seinasta árið hava granskarar á Fróðskaparsetrinum og Havstovuni fingið stórar upphæddir til luttøku í granskingarverkætlanum.