Tað ber væl til at broyta ferðaætlanina hjá hjá Strandferðsluni ímillum Havnina og Nólsoy. Men tað ber ikki til at sigla fleiri túrar.
Tað skilst á lagnum, nú Ruth Vang, landsstýriskvinna í samferðslumálum, hevur svarað einum spurningi, frá Karlot Hergeirsson, tingmanni fyri Framsókn.
Hann er nólsoyingur, men hann førir fram, at nólsoyingar eru ikki heilt foreintir við rutusiglingina ímillum Havnina og Nólsoynna.
Hann sigur, at í nøkrum førum er alt ov langt ímillum túrarnar. Tí heldur hann, at Strandferðslan átti at kanna um tað ikki ber til at skipa nólsoyarsiglingina eftir sama mynstri sum siglingin upp á Kalsoynna.
Har eru tríggir túrar um morgunin og fyrrapart. So liggur ferjan still frá áðrenn døgurða og til umleið nón, ella klokkan 15, tí so fær manningin hvíld, áðrenn farið verður aftur at sigla út á seinnapartin.
Við einum nýggjum túri áðrenn klokkan 16.20 og einum ímillum klokkan 18 og 22, kunnu nólsoyingar koma til oynna tá tað passar teimum eftir dagsins gerning, segði hann.
Ruth Vang sigur, at tað ber væl til - men við smáum tillagingum. Men hon sigur, at av tí at tað tekur 10 minuttir longri at sigla til Nólsoyar enn til Kalsoyar, verður neyðugt at seinasti túrur av Havnini verður flutt fram til klokkan 21.45 fyri at kunna halda krøvini um hvílitíð.
Men skal Strandferðslan sigla fleiri túrar, verður neyðugt at seta eina manning afturat at sigla. Tað fer at at kosta 700.000 krónur afturat í olju, umframt 5-6 milliónir í lønum til eina eyka manning.
– Og tað røkkur játtanin hjá Strandferðsluni ikki til, staðfestir Ruth Vang.