Stutt fyri midnátt í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at melda, at ein bilførari hevði koyrt á ein parkeraðan bil - men var rýmdur av staðnum.
Tað eydnaðist kortini løgregluni at finna hann nakrar tímar seinni, klokkan trý í nátt. Men tá noktaði hann at siga løgregluna hvussu hann eitur og nær hann varð føddur, skrivar www.in.fo.
Sum hald kunnu fólk lúgva so illa fyri løgregluni sum tey vilja. Men tað einasta, fólk hava skyldu at upplýsa fyri løgregluni er, hvussu tey eita, nær tey eru fødd, og hvar tey búgva.
So tá ið hesin ikki vildi tosa við løgregluna, varð hann handtikin og tikin við á støðina. Og har varð hann settur í brummuna, og har hevur hann ligið í nátt.
Tá ið løgreglan tók hann var hann ávirkaður av rúsdrekka og blóðroynd varð tikin av honum. Sostatt er hann skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, hóast óhappið var hent fýra tímar frammanundan.
Tað er tí at hann fer feldur av seks-tíma regluni. Hon sigur, at er bilførari rýmdur frá einum ferðsluóhappi, men verður tikin við kenning innan fyri seks tímar, verður tað tikið sum um at hann hevði kenning tá ið óhappið hendi.
Løgreglan skuldi so fáa greiði á viðurskiftunum í morgun.