Oyggjaleikir 2025 – Lovisa Niclasen skrivar:
Týsdagurin á Pickaquoy stadion:
Kl. 11:00 byrjar 200 m hjá kvinnum við innleiðandi riðlunum. Her skulu Margit Weihe Fríðmundsdóttir og Oddvør Josephsen royna seg. Margit kemur frá góðum innsatsi á 400 m og Oddvør frá góðum innsatsi á 100 m. Her tók Oddvør føroyska metið fyrr í ár, og er tí styrkismett at enda á fimta plássi, meðan Margit er styrkismett nummar 10. Harvið eru báðar styrkismettar at koma í hálvfinaluna.
Kl. 11:40 eiga mennirnir tørn. Her eru tað teir báðir 400 m rennararnir Dánjal Dahl Ljósheim og Jónas Gunnleivsson Isaksen, sum eru við. Jónas er styrkismettur, sum nummar fýra, meðan Dánjal er styrkismettur nummar 6, og harvið eru báðir styrkismettir at koma í hálvfinaluna.
Kl. 17:00 er fyrsta finalan. Tað er longdarlop hjá kvinnum, har Elisabet Holm Simonsen var bert 2 cm frá pallinum á Guernsey. Elisabet er við aftur, og afturat henni er Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar. Tær hava báðar lopið væl í ár, og tí eru tær styrkismettar sum nummar tvey (Elisabet) og fýra (Teresa).
Kl. 17:10 skal Maria Biskopstø aftur renna 400 m. Hesaferð standa tíggju 84 cm høgar rimar, sum hon skal renna uppum. Maria vann silvurmerkið á Guernsey, og aftur fær hon høvið at royna seg móti henni, sum vann gull seinast. Fleiri hava onga góðkenda tíð í ár, men út frá persónliga metinum, er mikið møguligt at Maria aftur kemur at kempa um ovasta plássi á pallinum.
Kl. 18:00 og 18:30 eru hálvfinalurnar á 200 m, og vantandi verður tað við føroyskari luttøku. Finalan verður mikudagin.
Kl. 19:30 skal Julian Gregersen renna finaluna á 1500 m. Hóast hann rann sera skjótt innleiðandi, so eru tað enn fimm, sum hava runnið skjótari í ár. Julian átti tó nakað eftir, tá hann rann seg í finaluna, og miðteinur er grein, har taktikkur kann broyta úrslitið. Tí verður sera spennandi at síggja, hvussu leikur fer.