Ongi úrslit

Nógvir suðuroyingar farnir á ólavsøku

– Men tað er eisini nakað av fólki komið suður

Áki Bertholdsen
28. juli kl. 13:00

Ólavsøkan er fyri allar føroyingar - eisini suðuroyingar, hóast teinurin at ferðast er langur og tíðarkrevjandi.

Og hesar seinastu tríggjar dagarnar hevur Smyril eisini ført heilt fitt av fólki úr Suðuroynni til Havnar - men tað er eisini nakað av fólki komið suður.

Niels Harald Michelsen, skipari á Smyrli, sigur, at leygardagin, í gjár, og í dag, hevur Smyril ført tilsamans 2.318 fólk úr Suðuroynni til Havnar.

Men honvegin eru tað eisini 808 fólk komin suður aftur við, undan ólavsøkuni.

Leygardagin fóru 706 fólk norður til Havnar við Smyrli, men hinvegin komu tað eisini 490 fólk suður aftur við.

í gjár fóru 965 fólk norður við Smyrli og 245 fólk komu suður aftur við og í dag hevur Smyril, tilsamans, flutt 647 fólk av Krambatanga til Havnar og 73 fólk eru komin suður aftur við.

Teir seinastu tríggjar dagarnar, eru sostatt 1510 fólk fleiri farin norður eftir enn tað eru komin suðureftir undan ólavsøkuni.

Skiparin sigur, at hetta er áleið tað, sum tað plagdi vera - men hann leggur afturat, at í góðum veðri sum í dag, eru tað fleiri, sum fara á ólavsøku enn tá ið tað er meiri illsligt.

Mest lisið hesa vikuna

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15. oktober kl. 08:56

Ikki føroyskar gentur

14. oktober kl. 23:00

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

16. oktober kl. 13:13

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Skattatrýstið í Føroyum veksur - er næsthægst í Norðurlondum

Í gjár kl. 09:45

Pál spenti bogan og vann 2,2 mió krónur í Gekkinum

20 tímar síðan