Í hesum døgum eru fólk frá Landsverki í ferð við at asfaltera eitt langt vegastrekki ímillum Kaldbaksbotn og Sundsverki.
Talan er um eitt strekki upp á einar tríggjar kilometrar og í tí sambandu er hámarksferðin sett niður til 40 kilometrar um tíman - men annars er vegurin opin fyri ferðslu.
Landsverk hevur fresað oman av og ætlanin er at steingja vegin í tvær nætur ímeðan tey asfaltera. Ætlanin er at asfaltera alla breiddina í einum fyri at fáa eitt so gott úrslit, sum tilber.
Løgreglan sigur, at tað eru rættiliga nógv fólk sum ringja til tey at klaga um Landsverk í hesum sambandi.
Tey halda, at tað kann ikki vera meiningin at ferðslan skal verðaa forðað so illa, og nógv halda eisini, at merkinging í sambandi við arbeiðið er heldur ikki eftir bókini.
Eisini bussførarar hjá Bussleiðini í Havn hava gramt seg, tí teir siga, at skulu teir koyra so spakuliga alt strekkið, fer ferðaætlanin av lagi.
Men løgreglan gevur ikki bilførarunum viðhald. Løgreglan sigur, at tey hava verið og kanna umstøðurnar og tey siga, at skeltingin er akkurát, sum hon skal vera.
Tí heita tey á bilførarar um bara at geva tol og at lata fólkini frá Landsverk fáa arbeiðsfrið til at gera arbeiðið liðugt.