Ongi úrslit

Nógv virksemi í Fuglafirði: Stórar nøgdir av svartkjafti landaðar

Fuglafjørður - Føroya pelagiski høvuðsstaður - hevur havt sera høgt virksemi seinastu dagarnar, har ið fleiri skip hava landað stórar nøgdir av svartkjafti.

© Edmund Jacobsen
Polar Ammassak landaði 2.000 tons av svartkjafti 27. apríl
Edmund Jacobsen
7 tímar síðan

Framleiðslan hevur sostatt koyrt við fullari ferð á bæði Pelagos og Havsbrún. Gott veður við stillum sjógvi og klárum lofti hevur gjørt arbeiðið bæði á sjógvi og landi støðugt og effektivt.

Stórar landingar í viku 17

Í viku 17 vórðu fleiri stórar nøgdir landaðar. Vestmenningur landaði 2.200 tons 20. apríl. Sama dag landaði Birita 900 tons og seinni 1.850 tons 26. apríl.

Polar Ammassak hevði 1.850 tons 21. apríl. Jupiter landaði 2.400 tons 22. apríl, meðan Fagraberg hevði 2.750 tons 23. apríl.

Størsta einstaka landingin kom frá Christian í Grótinum við 3.450 tonsum 24. apríl.

Høgt trýst heldur fram í viku 18

Virksemið helt fram í viku 18. Polar Ammassak landaði 2.000 tons 27. apríl. Jupiter hevði aftur 2.400 tons dagin eftir.

Christian í Grótinum fylgdi við 3.500 tonsum, og Fagraberg legði afturat við 2.800 tonsum. Borgarin hevði eisini eina landing á 2.400 tons.

Góð veðurlíkindi hava verið ein av lyklunum til høga virksemið. Skip hava kunnað landað uttan seinkingar, og framleiðslan hevur koyrt uttan steðg.

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

13 tímar síðan

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

Í gjár kl. 21:05

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Ikki eiti á samgongubyrjan - 20 milliónir markaðar til bileigarar

23. apríl kl. 00:18

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44