Í gjár 18. mars, var altjóða endurnýtsludagur.
Endurnýtsla hevur stóran týdning fyri burðardygga menning, tí tá ið vit endurnýta, minka vit um burturkast, umframt at ikki brúka so nógv náttúrutilfeingi og tálma útlátinum av vakstrarhúsgassi.
Í hesum sambandi hevur Umhvørvisstovan gjørt eitt yvirlit yvir, hvat tað er, vit í Føroyum endurnýta.
Úrslitið er, at nógv tað mesta av tí vit endurnýta er jarn og annað metall.
Tað er umleið helvtin av øllum tí vit endurnýta. Hin helvtin er annað vanligt burturkast, umframt spillolja og annað dálkandi burturkast.
Verður jarn og metal verður tikið burturúr, sæst at nøgdin av vanligum burturkasti, sum fer til endurvinningar, er støðugt veksandi frá 3.650 tonsum í 2020 til góð 5.000 tons í 2024.
Enn er tó langt á mál, tí hóast nøgdin á burturkasti, sum verður endurvunnin, er vaksandi, veksur eisini nøgdin av burturkasti, sum heild, sigur Umhvørvisstovan.
