Ongi úrslit

Nógv full fólk í býnum - men lítið hjá løgregluni at gera

Áki Bertholdsen
30. november kl. 09:10

Í nátt hava nógv jólaborðhald verið, og løgreglan sigur eisini, at tað hevur verið nógv av fullum fólki í býnum.

Men sum heild hevur tað verið friðarligt og tað hevur verið lutfalsliga lítið hjá løgregluni at gera.

Eitt, sum leyp í eyguni á løgreglufólkunum er, at nógv ungfólk hava verið í býnum  - men ikki ung undir 18 ár kortini. Og nógv av teimum hava verið so drukkin, at tað hevur verið neyðugt hjá løgregluni at hjálpa teimum á føtur og til hús.

Í nátt hava tvey fólk fingið 1.500 krónur í bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar. Annað fólki fekk bótina fyri at rætta løgreglufólki longutong og hitt fekk bótina fyri at hava skumpast við onnur fólk.

Mitt í nátt steðgaði løgreglan einum bili, og tá ið bilførarin varð biðin um at blása í alkometrið, sló tað út, so hann er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring og blóðroynd er tikin av honum.

Og í nátt varð eisini ein maður tikin fyri at hava hótt onnur, ikki við vápni, men munnliga.

Løgreglan sigur, at maðurin varð handtikin og settur í brummuna. Talan er um ein útlending og seinni í dag verður hann førdur fyri rættin.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02