Fleiri av heimsins týdningarmestu transittflogvøllum og hundraðtúsundtals flogferðafólk, eru og verða rakt av krígnum móti Iran. Tað sama er galdandi fyri flogferðsluna millum Evropa og Asia.
Hetta hendir, tí flogferðir eru avlýstar, flogvøllir í millum annað Qatar, Dubai og Abu Dhabi eru stongdir.
Flogferðslan, sum vanliga skuldi flogið yvir Iran og Irak millum eystur og vestur, er løgd víðari til longri rutur, norður og suður úr Miðeystri.