Nýggj viðgerð, og betri mátar at viðgera sár á beinunum á fólki við diabetes, hevur havt við sær, at nógv færri fólk missa beinið.
Í 2023 mistu 16 diabetis- sjúklingar beinið á Landssjúkrahúsinum. Í 2024 minkaði talið niður í ein triðing, og ábendingar eru um, at tað fer at minka uppaftur meira.
Nýggju viðgerðarhættirnir eru grundaðir á gransking í Danmark og lagaðir til brúk í Føroyum í samstarvi ímillum Steno miðstøðina og sárambulatoriið á Skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum, sigur granskingarráðið.
– Viðurskiftini hjá diabetessjúklingum við beinsárum í Føroyum vóru ikki nøktandi og eftir fólkatalinum vóru tað ov nógvir føroyingar, sum mistu beinið, samanborið við okkara grannalond.
– Tað er eitt stórt framstig, at sjúklingar við diabetes nú í stóran mun sleppa undan at missa beinið, sigur Jan Rasmussen, leiðandi yvirlækni á Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum.
Granskingarráðið staðfestir, at tað hevur ikki bara stórar menniskjansligar avleiðingar, at fólk missa beinið.
Tað er eisini sera kostnaðarmikið fyri samfelagið. Mett verður, at tað kostar samfelagnum eina millión til hjálpitól, røkt og aðra viðgerð, tá ein sjúklingur missur beinið.
– Nýggju viðgerðirnar fyri beinsár eru eitt gott dømi um, hvussu vit kunnu gagnnýta vísindaliga vitan nógv betri, sigur Granskingarráðið.
Tey siga, at vit gera sama slag umskipanir á fleiri øðrum økjum eisini, men tað krevur, at vit eru tilvitað um okkara virksemi, og at vit raðfesta gransking og samstarv.
– Tað er bara við at geva fólki tíð og løn til at hugsavna seg, at vit kunnu fáa nøktandi vitan til vega, sigur Jan Rasmussen.
At Landssjúkrahúsið nú verður uppstigað til universitetssjúkrahús er eitt gott stig á leiðini til frama fyri sjúkugransking og heilsugransking, ið gevur nýggja vitan, sum kann geva betri viðgerðir og skynsamari rakstur.
– Tað eru pílar, sum vísa rætta vegin. Við at raðfesta tíð og orku til at lata fleiri fólk kanna torgreidd viðurskifti, ivist eg ikki í, at heilsuverkið í framtíðini eisini kann geva eitt beinleiðis íkast til samfelagsbúskapin, sigur Jan Rasmussen, sambært Granskingarráðnum.
Lyfta vit okkum eitt sindur longur upp, kunnu vit eisini menna tænastur, ið onnur uttanlands vilja keypa, sigur Jan Rasmussen, sum eisini er limur í Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan.